Tíðindi

Trivnaður og sálarheilsa lýst í filmi

Nám lýsir við filmskapping

16.09.2021

Við 30.000 krónum í vinningi skipar Nám aftur í ár fyri filmskapping fyri hádeild og miðnámi um Heimsmálini hjá ST. Hesaferð er yvirskipaða evnið Heimsmál 3 ”Góð heilsa og vælferð – at tryggja øllum heilsugott lív og virka fyri trivnaði fyri øll í øllum aldri.”

Trivnaður er kjarnin

Tá heimsheilsustovnurin, WHO, allýsir heilsu, verður víst til kropsligan, sálarligan og sosialan trivnað. At hava góða sálarheilsu verður lýst sum ein støða, ið er merkt av trivnaði, har tann einstaki brúkar evni og førleikar, klárar at meistra vanligu avbjóðingarnar, sum eru í lívinum, arbeiðir ella virkar, so tað gevur úrslit, og klárar at geva nakað til samfelagið ella felagsskapin.

Hóast sálarheilsa og trivnaður fylla nógv, bæði globalt og lokalt, verður lítið nomið við hetta í teimum 17 Heimsmálunum. Júst tí velur Nám, at filmarnir, sum taka lut í kappingini í ár, skulu viðgera hugtøkini trivnaður og sálarheilsa.

Við filminum kunnu tit vísa, hvussu tit lýsa trivnað anno 2021, hvørji samfelags og menniskjanslig viðurskifti kunnu ávirka trivnað, og um nøkur av hesum eiga at verða broytt, fyri at skapa betri karmar fyri trivnaði og góðari sálarheilsu.

7 minuttir er markið

Longdin á lidna filminum skal í mesta lagi vera sjey minuttir. Frásøgumátin er upp til næmingarnar, sum luttaka saman við lærarunum.

Til ber at gera filmin sum heimildarfilm, listafilm ella annað slag av filmi, bara filmurin heldur seg til evnið og endamálið. Tala í filminum skal vera á føroyskum, og tað kann vera ein fyrimunur at skriva undirtekst.

Allir næmingar í hádeild og miðnámi í landinum kunnu melda seg til filmskappingina hjá Námi.

Nám mælir til, at flokkurin arbeiðir saman um filmin. Hetta kann til dømis vera ein verkætlanaruppgáva, har filmurin er úrslitið. Lærarin, sum hevur flokkin, skal góðkenna filmin. Tosa ella spæla næmingar sjálvir í filminum, skal lærarin hava fingið loyvi frá foreldrum ella verja.

Lidni filmurin skal kunna brúkast til undirvísing, sum hann er. Filmurin skal hava innihaldsliga tyngd og vera tekniskt í lagi, samstundis sum hann skal hava eina fjøltáttaða tilgongd at lýsa evnið. Næmingarnir skulu sjálvir hava gjørt upptøkurnar.

Ein dómsnevnd verður sett at meta um innkomnu filmarnar. Dómsnevndin tilskilar sær rætt at velja frítt millum innkomnu filmarnar. Freistin at lata lidna filmin inn er týsdagin 23. novembur 2021. Filmurin skal sendast umvegis www.wetransfer.com til: filmskapping@nam.fo

Filmarnir verða vístir í Havnar Bio

Týsdagin hin 7. desembur 2021 kl 19:00 verða allir filmarnir, sum dómsnevndin hevur úrvalt, vístir í Havnar Bio. Øll tey luttakandi hava ókeypis atgongd og fáa kola og poppkorn. Vinnarin verður kunngjørdur sama kvøld. Filmarnir skulu í minsta lagi vera filmaðir í Full HD.

Eru spurningar um stuttfilmskappingina í Námi, ber til at spyrja seg fyri á filmskapping@nam.fo ella hjá Árna Øregaard, tel.: 555179

Her er slóð til film á YouTube, har Tóra Petersen, trivnaðarráðgevi í Námi, greiðir frá um evnið í stuttfilmskappingini í ár: https://www.youtube.com/watch?v=globpOibA2s


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.