Tíðindi

Trivnaðurin í skúlanum uppgávan hjá læraranum, ikki sálarfrøðinginum

Vandin við, at fleiri fólk við øðrum fakligum uppgávum enn lærarum arbeiða innan skúlagátt, kann vera, at ábyrgdin av næminginum og trivnaðinum hjá honum verður flutt frá lærarunum til hesi ymsu fakfólkini. Tað siga Djóni J. Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata, og Ugur Kevioglu, mentorsamskipari í Barnabata.

22-09-2022

Fyrsti skúlin í landinum, Skúlatrøð í Klaksvík, hevur fingið sálarfrøðing inn í skúlan í eini royndarskipan, og sum skilst í miðlunum arbeiða aðrir skúlar við somu ætlanum. Um hetta er skilagott, vilja Djóni J. Eidesgaard og Ugur Kevioglu frá Barnabata ikki svara játtandi ella noktandi uppá. Teir halda, at tað veldst um, hvør uppgávan hjá sálarfrøðinginum er.

- Vandin við, at fleiri fólk við øðrum fakligum uppgávum enn lærarum arbeiða innan skúlagátt, kann vera, at ábyrgdin av næminginum og trivnaðinum hjá honum verður flutt frá lærarunum til hesi ymsu fakfólkini. Tað vil siga, at mistrívist ein næmingur, kann lærarin hugsa, at hann eigur at fara til sálarfrøðing í staðin fyri, at skúlin og lærarin hyggja nærri at, hvat tey kunnu gera fyri, at næmingurin trívist innan verandi karmar, sigur Ugur Kevioglu, mentorsamskipari í Barnabata.

Mentorsamskiparin vísir á, at tað er altíð skúlin, sum skapar karmarnar; lærarin hevur námsfrøðiligu ábyrgdina og kennir næmingin og flokkin.

- Sálarfrøðingurin er uttanfyri, men hann kann vegleiða og ráðgeva læraran, soleiðis at hann skilir, hvat tað er, sum ger, at barnið mistrívist í umstøðunum, sum gera seg galdandi. Heldur enn at seta skúlasálarfrøðingar kundi loysnin verið, at lærarin setir seg saman við AKT-læraranum at finna út av, hvat tað er, ið ger, at næmingurin ikki trívist. Er tað onnur vitan, lærararnir og AKT-lærarin hava tørv á, er upplagt at spyrja onnur fakfólk, eitt nú sálarfrøðing. Tað er eisini ein vandi í at leita eftir orsøkini til, at eitt barn mistrívist í barninum sjálvum, heldur enn í umstøðunum og kørmunum, sum barnið er partur av. Tað er sera umráðandi at hava fyri eyga, at tað ikki er barnið, sum skal fiksast og fáast skil á, men umstøðurnar. Og tað kann sálarfrøðingurin vera til hjálpar at kasta ljós á, eitt nú við at gera eina virkisætlan saman við lærarunum. Vit kunnu tí siga, at sálarfrøðingar eru sjálvsagdir í skúlanum, men ikki til at samskifta beinleiðis við næmingar.

Djóni J. Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata, og Ugur Kevioglu, mentorsamskipari í Barnabata, siga, at tað er sera umráðandi, at uppgávan hjá sálarfrøðinginum er væl og virðiliga allýst.

- Vit eiga alla tíðina at hava í huga, at tá ið talan er um tað námsfrøðiliga, og tað, sum hendir í flokkinum og skúlanum, so er tað lærarin, sum er serfrøðingurin og hann hevur saman við hinum lærarunum eisini høvuðsábyrgdina av, at næmingurin trívist. Einsamalt at hyggja at barninum, sum ikki trívist, uttan at hyggja at umstøðunum, sum barnið er partur av, er vandamikið.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.