Tíðindi

Trivnaðurin í fólkaskúlanum hægstu raðfesting

Hóast okur her í Føroyum sum heild hava ein vælvirkandi skúla í einum lutfalsliga tryggum umhvørvi, so má eg sum landsstýrismaður aftur og aftur leggja stóran dent á at menna trivnaðin í føroyska skúlanum. Trivnaðurin í fólkaskúlanum hevur mína hægstu raðfesting. Tað segði Jenis av Rana, landsstýrismaður við skúlamálum, eitt nú í røðu síni á aðalfundinum hjá Lærarafelagnum seinasta leygardag.

06-05-2022

Okur mugu og skulu fáa ØLL børn at rúmast og trívast í føroyska fólkaskúlanum! Men hvørjar eru orsøkinar til, at nøkur børn kenna seg uttanfyri fólkaskúlan? Tað nívir meg, tá eg frætti um børn, ið aftra seg við í heila tikið at koma í skúla. Soleiðis segði Jenis av Rana í røðun síni.

Brot úr røðuni:

Ein arbeiðsbólkur undir leiðslu av Uttanríkis- og mentamálaráðnum hevur fyri kortum handað mær eitt tilmæli við átøkum, ið kunnu viðvirka til, at ung við sálarligum, sosialum og líknandi avbjóðingum megna at fullføra eina miðnámsskúlaútbúgving. Og út frá tilmælunum hava vit sett arbeiði í gongd við at bøta um umstøður og trivnað á øki teirra.

Eftirfylgjandi havi eg tilnevnt ein tvørgeiraligan arbeiðsbólk, ið nú arbeiðir við at nágreina og vísa á átøk á fólkaskúlaøkinum. Átøk, sum kunnu økja um sannlíkindi fyri, at avvarðandi skipanir yvir um geirar megna at samskipa teirra virksemi, so at børn við sálarligum, sosialum og øðrum avbjóðingum trívast, mennast og læra í fólkaskúlanum. Forðast má fyri, at børn mistrívast ella detta niðurímillum. Tí tað at ganga í skúla, mennast, læra og at vera partur av einum felagsskapi í skúlanum, er ein rættur, sum øll børn eiga og skulu hava. Tí er uppgávan hjá arbeiðsbólkinum at nágreina trupulleikar og at finna loysnir og átøk á fólkaskúlaøkinum, ið kunnu betra um sálarligu og sosialu heilsuna hjá okra næmingum, og harvið um trivnaðin í skúlanum. Vit hava eisini, sum flestu vita, gjørt átøk á hesum økinum, har vit hava sett ein trivnaðarráðgeva, sum er tøkur hjá øllum skúlum í Føroyum. Ein trivnaðarráðgeva, sum tit vita, at tit altíð kunnu sparra við og heita á, hava tit tørv á tí.

Endurskoðan av fólkaskúlalógini

Aðrir tættir og onnur viðurskifti innan fólkaskúlan kunnu eisini betra um trivnaðin, og harvið økja um læruúrtøkuna hjá næmingunum. Sum tit vita, hevur Uttanríkis- og mentamálaráðið, sett ein arbeiðsbólk at endurskoða ymisk øki í fólkaskúlalógini. Arbeiðsbólkurin skal lýsa fyrimunir og vansar, hvørjar ábøtur kunnu verða gjørdar, og hvørja ávirkan tær kunnu hava á undirvísing og trivnað. Í fyrstu atløgu verður arbeitt við broytingum í mun til tíma- og lærugreinabýtið, herundir m.a. at styrkja handaverk og list. Hugt verður at tillaginum í mun til floksstødd, og føroyskt sum annaðmál verður ment. Her kann je nevna, at ráðið hevur hækkað játtanina til júst føroyskt sum annaðmál munandi.

Harumframt leggja vit stóra áherðslu á serøkið, ið hevur tørv á og verður endurskoðað fyri tíðina. Okur hava yvirtikið sonevnda CD-orð, og eru í fer við at menna skipanina, so hon kann virka á fleiri talgildum pallum. ‘Kanningarsavnið’, ið er nýtt føroyskt kanningartilfar, ið serliga er ætlað orðblindum og lesiveikum, er somuleiðis ment. Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur saman við Námi fíggjað tilfarið, og okur hava veitt hesum dugnaligu lærarum farloyvi til at gera kanningar, skriva og leggja handritið til rættis.

Í verandi skúlaári er ein nýggjur serflokkur settur á stovn, staðsettur í Eysturskúlanum, ið serliga er ætlaður næmingum í grunddeildini. Endamálið við hesi serligu fyriskipanini er, at næmingarnir við tíðini skulu gerast partur av vanliga flokkinum í Eysturskúlanum.

Eitt aðalmál og afturvendandi evni í fyrrnevnda arbeiðsbólki er at fáa meira læraratíð til hvønn einstakan næming. Hetta er og verður samstundis ein áminning til okkum politikkarar um, at brúk er fyri fleiri hondum at vera um okra børn.

Tað tekur tíð at gera tílíkt arbeiði til fulnar, og hesin arbeiðsbólkur kann væl koma at halda áfram í nøkur ár, eisini yvirum val, tí slíkt umfatandi, týdningarmikið og samansett arbeiði krevur støðufesti. Lat meg í parantes nevna, at ein politiskur fylgibólkur eisini er settur at fylgja hesum arbeiði.

Spurningurin er, um ikki ein slíkur bólkur støðugt burdi sitið og arbeitt - fyrst og fremst fyri at fylgja við og dagføra lógir á skúlaøkinum. Nú nevndi ein persónur, er hann nevndur, er hann kendur, at hann væntaði, at hetta arbeiði kundi fara at taka eini 8 ár!

Tú kanst lesa alla røðuna her: http://skulabladid.fo/nýggja-nevndin-%C3%AD-lærarafelagnum

Mynd: Ólavur Frederiksen

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.