Tíðindi

Trivnaðarráðgevi farin til verka

Nám hevur sett Tóru Petersen, phd í sálarfrøði, í starv sum trivnaðarráðgevi í Námi.

11. november 2020

Í november arbeiðir Tóra hálva tíð, men eftir 1. desember 2020 er Tóra tøk fulla tíð at ráðgeva skúlaleiðslum í menning av trivnaði í fólkaskúlanum. 

Starvið er ein verkætlan, sum varir trý ár. Økið er nýtt, men støðið í arbeiðinum og tænstuni hjá Tóru verður tikið í frágreiðingum og tilmælum í sambandi við kanning av happing í 2019. 

Tóra er at hitta á tlf 555184 og á telduposti torap@nam.fo

Kelda: snar.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.