Tíðindi

Trivnaðarkanning á hvørjum ári

Eitt av tilmælunum frá teimum, sum hava gjørt stóru happingarkanningina, sum varð almannakunngjørd í gjár, er, at trivnaðurin eigur at verða kannaður á hvørjum ári

28. mai 2019

Landsroyndir eru á hvørjum ári í 4. og 6. flokki. Tey, sum hava staðið fyri at gera happingarkanningina, sum var almannakunngjørd í gjár, halda, at næmingarnir, sum eru í landsroynd, eiga at verða spurdir, hvussu teir trívast í skúlanum.

- Tað er rættiliga upplagt, tá ið næmingarnir kortini eru til roynd; trivnaðarkanningin nýtist ikki at vera so stór, sum hendan, ið vit hava gjørt. Gera vit trivnaðarkanning samstundis, kunnu vit betur eygleiða gongdina. Vit hava stóru kanningarnar frá 2015 og 2019, og fáa vit nakrar smærri kanningar afturat samstundis sum landsroyndirnar eru, so fáa vit betur fylgt gongdini, sigur Erla Olsen.

Í stóru happingarkanningina hava næmingarnir svarað 33 spurningum, umframt at teir hava havt høvi at skriva egnar tankar um evnið. Verður trivnaðarkanning knýtt at landsroyndunum er ikki neyðugt, at spurningarnir verða so nógvir, havandi í huga, at vit hava nakrar stórar kanningar umframt. Tað heldur Katrin av Kák.

- Vit vita, at summir næmingar kunnu gerast keddir av at fáa spurningar um, hvussu teir trívast, og tí skulu vit eisini leggja upp fyri tí, sigur hon.

Tað var undanfarna landsstýriskvinnan í skúlamálum, Rigmor Dam, sum á vári í fjør tók stig til nýggja kanning av happing. Tað er Fróðskaparsetur Føroya, ið hevur gjørt kanningina fyri Mentamálaráið. Erla Olsen, Katrin av Kák og Olga Biskopstø hava staðið fyri arbeiðinum. Arbeiðið hevur verið skipað við einum fylgibólki at tryggja, at tað lidna arbeiðið verður viðkomandi fyri ætlaðu áhugabólkarnar. Í fylgibólkinum hava hesi verið: Frida Poulsen, fulltrúi og samskipari, Mentamálaráðið; Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari, Mentamálaráðið; Magnus Tausen, fulltrúi, Undirvísingarstýrið; Jóngerð Nielsen, forkvinna, Heim og skúli; Eyðun Christiansen, stjóri, Kommunufelagið; Katrin Ellingsgaard, Mentamálanevndin, Tórshavnar kommuna; Eyðun Gaard, stjóri, Nám; Margreth Olsen, stjóri, Sernám; Lissi Hansen, forkvinna í AKT-felagnum; Tom Joensen, formaður, Skúlaleiðarafelagið; Herálvur Jacobsen, fyrrverandi formaður Føroya Lærarafelags, og Jacob Eli S. Olsen, núverandi formaður Føroya Lærarafelags.

 

Nýggja kanningin av happing í 5., 7. og 9. flokki vísir, at 11 prosent av næmingunum eru fyri happing viðhvørt og ofta; ringast stendur til í 5. flokki. Kanningin er gjørd í seinnu helvt av november í 2018. Næmingarnir hava svarað 33 spurningum talgilt. Svarprosentið er rættiliga høgt; 2020 næmingar í trimum árgangum svarar til 89,5 % av samlaða næmingatalinum í hesum árgangum. Við nýggju kanningini ber einstøku skúlunum, sum hava tikið lut í kanningini, at fáa vita, hvussu støðan er á teirra skúla, um ynski er um tað; hetta er tó bara møguligt, um skúlin hevur í minsta lagi 20 næmingar í hvørjum av árgangunum, sum spurdir eru.

 

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.