Tíðindi

Triðingurin av læraralesandi mannfólk

Samanlagt seinastu fyri fimm árini eru tað 147, sum eru farin undir útbúgving sum lærari, 32,6 % teirra eru mannfólk.

31. oktober 2018

Tá ið teir 28 nýklaktu lærararnir fingu prógv í juni í ár, var tað óvanliga í tí, at meiri enn helmingurin av teimum vóru mannfólk; 15 vóru mannfólk, 13 konufólk (53,5%). So javnbýtt er kynsbýtið ikki, um vit hyggja at kynsbýtinum í flokkunum av læraralesandi, sum eru á Námsvísindadeildini nú. Í flokkinum, sum verður liðugur komandi ár, eru 7 mannfólk og 26 konufólk, (21,1 %), í flokkinum, sum verður liðugur í 2020, eru 8 mannfólk og 21 konufólk, (27,5 %), og í flokkinum, sum verður liðugur í 2021, er 4 mannfólk og 21 konufólk, (16 %). Í flokkinum, sum varð tikin inn í ár og verður liðugur um 4 ár, er frægasta kynsbýtið, 14 mannfólk og 21 konufólk, (40 %).

Við í tølunum eru tey 7, sum eru í farloyvi, ikki tikin við (2 teirra mannfólk), og tey tvey skiftislesandi, har annað er konufólk og hitt mannfólk. Umframt eru 10, sum eru í holt við ískoytisútbúgving, tvey teirra mannfólk, og 8, sum eru í holt við stakgreinalestur, tvey teirra mannfólk.

At triðingurin av teimum læraralesandi síðstu 5 árini eru mannfólk, er nøkulunda sama kynsbýti, sum hevur verið galdandi í nógv ár, í øllum førum síðan útbúgvingin varð løgd um til bacherlorútbúgving fyri 9 árum síðan. Áðrenn útbúgvingin varð løgd um til bachelor, vóru mannfólkini færri í tali; í seinasta flokkinum, sum las til lærara sambært gomlu útbúgvingini, vóru 21,7 prosent mannfólk. Árgangirnir hava tó øll árini verið misjøvn, tá ið talan er um kynsbýti.

Sagt verður mangan, at áhugin at lesa til lærara er treytað av, hvussu konjunkturirnir í samfelagnum eru. Er nógv ferð á, arbeiðstilboðini mong og tískil stórir møguleikar at vinna stórar lønir, minkar áhugin millum mannfólk fyri læraraútbúgvingini. Tá ið gongdin vendir, so økist áhugin fyri læraraútbúgvingini millum mannfólk. Í løtuni mala samfelagshjólini skjótt, og kortini er kynsbýtið í flokkinum, sum byrjaði í summari, ikki so út av lagi við 40 % mannfólkum.

Tekstur: Guðrið Egholm


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.