Bloggur

Treystleiki og húðarhungur

Katrin Dagbjartsdóttir, lærari í Skúlanum á Fløtum, bloggar

08.04.2024

Ein spurningur hevur upptikið meg nógv í lærarastarvinum. Tað er, hvussu tað ber til, at summir næmingar altíð kenna seg at vera við sviðusoð. Aðrir kenna seg at duga væl og koma skjótt fyri seg, tá ið teir fáa mótgongd.

Summi hava treysti, áræði, eru áhaldandi og kná. Meðan onnur gerast mótleys og vónleys – av júst somu avbjóðingum. Tað, sum órógvar meg, er, at tað tykist sum um, at talið av teimum mótleysu økist. Hví man so vera?

Ein orsøk er heilt víst skíggjanýtslan, og at alheimurin stendur opin fyri børnunum.

Fyrr sammettu vit okkum við hini í flokkinum ella nærumhvørvinum. Nú sammeta gentur seg við instagram, filmsstjørnur – ja, allan heimin.

Fyrr tóku vit myndir til serlig høvi. Nú er telefonin vi,ð og myndir verða tiknar og lagdar út hvønn dag – tí mugu tey altíð hugsa um útsjónd.

Fyrr mistu vit svøvnin av einum vampyrfilmi, sum vit sóu einaferð til ein barnaføðingardag. Nú er heimurin opin á Youtube og Snap Chat – við øllum tí stuttliga, men eisini nógvum veruliga óhugnaligum myndum. Miðvísa, dagliga ávirkanin floymir inn í barnasinnið og fyllir nógv. Børnini kunnu ikki siga foreldrunum um hetta, tí so eru tey bangin fyri, at foreldrini taka telefonina/telduna frá teimum. Sostatt eru tey einsamøll við hugsanum og kenslum, um tey ikki tosa við vinfólk um tað.

Tá ið vit tosa um treysti (robusthed), eru tað tvey ymisk sløg, sum tó hanga saman: Persónligt treysti og sosialt treysti. Hvussu vit handfara trupulleikar og svárar støður, og hvussu vit megna at koma víðari.

Fimm viðurskifti gera seg galdandi, tá ið vit skulu venja persónliga treystið:

Optimisma – hugsanarháttur og trupulleikaloysn
Jaligar kenslur
Jalig sambond og samskifti
Persónligar styrkir
Sjálvregulering – og so aftur til fyrsta punkt (ein sirkul við øllum punktunum)

Mygind & Andersen Robusthed i praksis s. 98

Á sama hátt kunnu vit seta punktini upp við øvutum fortekni. Tá fella vit niður í neiligt spor, og vónloysi tekur yvir. Hesi børnini hava tørv á, at vit hjálpa teimum at flyta fokus.

Í skúlahøpi er sosiala treystið serliga áhugavert. Tí her kunnu lærarar veruliga gera mun. Vit vita, at sosial sambond hava alstóran týdning fyri bæði børn og vaksin. Tað er í sambandinum við onnur, at vit trívast og hava tað gott. At hjálpast og at stuðla hvørøðrum gevur meining og lívsinnihald. Tað, sum er vert at leggja til merkis, er, at talið av FB-vinum ella av fylgjarum á instagram als ikki telur við í, hvussu nógv verulig sambond (relatiónir) vit hava.

Gransking hjá Emmy Werner vísir á, at um foreldrini eru illa fyri og ikki makta at geva barninum neyðuga treystið, so kann ein lærari, ein venjari ella ein omma vera tann eini týdningarmikli fyri barnið. Tað mugu vit ikki gloyma.

Minnist einaferð, tá ið annar sonurin kom heim, og eg spurdi, hvat hann ætlaði sær. Hann svaraði, at hann fór inn í kamarið at spæla Fortnite. Hann og tveir aðrir floksfelagar høvdu tosað saman um, hvørt teir skuldu spæla saman “real life” ella Fortnite í hvør sínum kamari. Teir vóru komnir ásamt um at spæla saman – hvør sær. Eg meini tað – nú eru tveir hættir at spæla. Tann eini er veruligur og hin er í hvør sínum heimi.

Sosialu miðlarnir hava flutt okkum. Nærri at teimum, ið eru langt burturi – men burtur frá okkara nærmastu.

Húðarhungur (dk. hudsult) er eitt heiti, sum fyri fáum árum síðani bert fevndi um gomul, sum búgva einsamøll ella á ellisheimum, og sum fáa ov lítið samband við onnur menniskju. Hetta merkir, at teimum tørvar at fáa klemm og tætt samband við onnur menniskju. Síðani skíggjarnir eru komnir, sita summi børn so nógv í einsemi við sínum skíggja, at tey eisini hava húðarhungur. Tekin um hetta eru m.a: Tey megna illa at sita still og hugsavna seg, eru kedd og summi velja felagsskapin frá.

Ein partur av orsøkini til, at foreldur melda børn til alskyns frítíðarítriv er, at tey vilja halda barninum burtur frá telduni. Tað er gott at hava skipað frítíðarítriv og at røra seg til ítrótt. Men summi børn hava nærum ikki stundir til frítt spæl, og tað er ikki gott.

Foreldraættarliðið fyri okkum skuldi ikki stríðast á sama hátt, tí sjónvarpið var einasti skíggin. Børnini spældu sjálvi frítt og skuldu bara koma heim til máltíðirnar. Kanska onkur gekk til ítrótt 2 ferðir um vikuna – tey fáu gjørdu meir, og børnini gingu ella súkklaðu hagar tey skuldu. Nógv samskifti, nógv natúrlig kropslig venjing, og nátturðan ótu vit saman sum familja.

Tá ið vit nú vita, hvørjar avleiðingar appir og telefonir hava fyri trivnaðin í mongum flokkum, so mugu avmarkandi tiltøk setast í verk. Til dømis ber til at fáa SSP inn at hava upplýsandi fyrilestur um ymsar appir, sum kunnu vera skaðiligar fyri børnini. Um hetta verður gjørt, áðrenn børnini fara í 3. flokk (tá ganga tey ikki í frítíðarskúla longur), so kunnu foreldrini í hvørjum flokki sær tosa um, hvørt knappatelefonin var eitt hugskot, í øllum førum meðan børnini eru undir aldrinum, sum appirnar eru ætlaðar (ofta minst 13 ára aldursmark). Hesa avgerð eiga foreldrini, sjálvandi. Men eg kenni dømi um, at hetta hevur riggað væl. Soleiðis kann skúlin hjálpa og eggja til, saman við foreldrunum.

Lítil ivi man vera um, at vit mugu miðvíst inn at avmarka skíggjanýtsluna hjá okkum øllum. Tí skíggin stjelur okkara tíð. Hann stjelur okkara persónliga og veruliga samband. Hann tekur tíð frá okkara børnum at mennast kropsliga, málsliga og sosialt.

Saman megna vit at avmarka skíggjanýtsluna. Men foreldrini hava eina lyklastøðu. Tey eiga høvuðsábyrgdina. Mín vón er, at vit soleiðis fáa fleiri treyst og kná børn, sum tora at siga frá, tá ið okkurt nívir, og sum megna at koma úr truplum støðum sjálv við jaligum tankum og góðum loysnum.

 

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.