Tíðindi

Trívist næmingurin illa, forsømir hann meiri í skúlanum

Nýggj donsk greining vísir, at næmingar, sum siga seg klára seg sera væl fakliga og støðast væl sosialt, hava minni fráveru vegna sjúku ella ólógliga framveru samanborið við næmingar, sum siga seg trívast illa. Serliga fakligur trivnaður hongur neyvt saman við fráveruni hjá næmingum.

03.08.2016

Í Danmark taka tey pulsin á hvørjum ári viðvíkjandi trivnaðinum hjá næmingunum; hesi fýra økini verða kannað: fakligur trivnaður, sosialur trivnaður, stuðul og íblástur umframt friður og greidleiki. Ein nýggj greining, sum danska kenslumálaráðið hevur staðið fyri, hevur kannað samanhangin millum hesi fýra ymsu økini fyri trivnað og ávikavist sjúkufráveru, ólógliga fráveru (fráveru uttan loyvi frá skúlaleiðsluni) og lógliga fráveru (fráveru við loyvi frá leiðsluni) í 4.-9. flokki í fólkaskúlanum.

Greiningin vísir, at øll fýra økini fyri trivnaði hanga neyvt saman við sjúkufráveruni og ólógligu fráveruni. Tað eru tó serliga fakligi og sosiali trivnaðurin, ið hava nógv at siga fyri fráveruna og serliga sjúkufráveruna. Næmingar, sum siga seg støðast illa fakliga, hava 5 dagar meiri fráveru samanborið við næmingar, sum siga seg støðast væl fakliga. Fyri sosialan trivnað er munurin á sjúkufráveru eisini stórur, men tó eitt sindur minni. Fyri stuðul og íblástur umframt frið og greidleika er myndin eitt sindur meiri tvítýdd.

Sama mynd ger seg galdandi fyri ólógliga fráveru; her er munurin millum næmingar, sum siga seg trívast illa fakliga, og næmingar, sum siga seg trívast sera væl fakliga, 4 skúladagar við ólógligari fráveru. Greiningin vísir eisini, at lóglig frávera ikki hongur saman við, hvussu næmingurin trívist.
- Eitt av týdningarmestu málunum við nýskipanini av fólkaskúlanum er, at næmingarnir skulu trívast betur í fólkaskúlanum, tí vit vita, at trivnaður og læring ganga hond í hond. Vit hava sett í gildi trivnaðarkanningar, soleiðis at skúlarnir kunnu síggja, hvussu arbeiðið, teir gera, gongur og seta inn, har tað er neyðugt. Skúlarnir kunnu eisini brúka trivnaðarkanningarnar til at fáa íblástur frá øðrum og seta ætlanir í verk, sum virka. Góður trivnaður er umráðandi partur av at hava ein sterkan skúla, sigur Ellen Trane Nørby, kenslumálaráðharri.

Kelda: uvm.dk

Savnsmynd: Rannvá Egholm


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.