Tíðindi

Trísporaður skúli munadyggast

- Er skúlin tvísporaður, er hann heldur lítil; er hann fýrsporaður, er hann ov stórur, sigur Regin Marnersson, skúlastjóri í Skúlanum á Fløtum

03-06-2021

Skúlin á Fløtum, tann nýggjasti skúlin í landinum, er bygdur at hýsa 850 næmingum; hetta fyrsta skúlaárið, síðan hann var tikin í nýtslu í november, er næmingatalið 750. Summir flokkar eru ikki fullir, og onkur árgangur er tveir flokkar í staðin fyri tríggir. Skúlin er trísporaður skúli, og tað fegnast Regin Marnersson, skúlastjóri, um.

- Eftir mínum tykki er ein tvísporaður skúlin ov lítil og ein fýrsporaður skúli ov stórur. Ráddi eg fyri borgum, vóru allir skúlar í størri økjum trísporaðir; tað skapar best synergieffekt, tí við tímatalinum, sum ein trísporaður skúlin fær at ráða yvir, eru nógvir fyrimunir, tá ið talan er um tilboð og valmøguleikar, sum næmingarnir kunnu fáa.

Skúlin á Fløtum hevur trý spor frá forskúla til og við sjeynda flokk og fimm spor aftan á sjeynda flokk. Skúlastjórin ásannar, at leiðreglurnar hava ikki verið nóg greiðar ella tulkaðar rætt, tá ið talan er um, hvør fær pláss í Skúlanum á Fløtum.

- Leiðreglurnar mugu gerast greiðari. Tað sigur seg sjálvt, at vit mugu hava eitt hámark at halda okkum til. Alt annað er óforsvarligt. Tað eru aðrir skúlar í kommununi, sum kunnu hava fleiri næmingar. Tað ber ikki til, at næmingatalið er so høgt í hvørjum árgangi, at vit mugu stovna ein flokk afturat, tí tað vita vit, at vit bara fáa trupulleikar av. Endamálið hjá okkum er ikki at fylla skúlan bara fyri at fylla hann.

Fyri ikki so langari tíð síðan var nógv og heitt orðaskifti um tilgongdina til fyrsta flokk í Skúlanum á Fløtum. Skipanin var soleiðis, at næmingar, sum ganga í forskúlanum, høvdu framíhjárætt at sleppa í fyrsta flokk. Tað gjørdi, at talið á teimum, sum vildu í fyrsta flokk, gjørdist hægri enn loyvda hámarkið. Áhugin at fáa børn síni í nýggja Skúlan á Fløtum kemur ikki óvart á stjóran.

- Vit hava sæð nøkulunda tað sama, tá ið Skúlin á Argjahamri og Skúlin við Løgmannabreyt vóru nýggir. Ein nýggjur skúli er sum ein magnet. Tað ber bara ikki til at fylla skúlan við fullum næmingatali, so leingi tað er so óvist, hvussu upptøkan av næmingum eigur at vera. Tað hevði verið sera óheppið fyri næmingar, foreldur og skúlan – og eisini óhugsandi, um vit tóku fult næmingatal inn og so høvdu verið noydd at sýtt onkrum at halda fram í skúlanum. Tað hevði skapt rumbul og mistrivnað hjá øllum; ikki minst upplivingina av at ganga í skúla. Vit hava tí heitt á kommununa um at skipa so fyri, at tá ið eitt barn fær pláss í forskúlanum, so eigur tað at fáa pláss í fyrsta flokki.

Regin Marnersson skilir væl tey, sum ikki taka undir við, at børn, sum ikki búgva í økinum, sleppa í fyrsta flokk við at byrja í forskúla; er tað órímiligt, so er tað eisini órímiligt, at børn, sum byrja í forskúla, ikki sleppa at halda fram í fyrsta flokki, heldur hann.

- Skulu vit gera, sum kommunan vil, og bara taka børn í økinum inn í Skúlan á Fløtum, so mugu vit taka avleiðingarnar av teirri avgerðini og bara taka børn í økinum inn í forskúlan.

Skúlin á Fløtum hevur havt sera vánaligar karmar alla ta tíð, sum arbeitt hevur verið við at leggja hann saman, og tann tilgongdin hevur vart í nógv ár. Eisini samløgdu skúlarnir høvdu hvør í sínum lagi sera vánaligar karmar. Kortini hevur skúlin megnað at skapt eitt tilboð, sum hevur drigið lærarar og næmingar til sín. Regin Marnersson heldur, at orsøkin kann vera, at virðisgrundarlagið hjá skúlanum hevur verið greitt og talað til nógv foreldur og nógvar næmingar.

- Vit eru greið um, hvørji vit eru, og tað dámar foreldrum og næmingum. Tað kemur tí ikki óvart á meg, at tilgongdin er so stór. Hetta vóru tveir góðir skúlar í síni tíð, eisini áðrenn teir løgdu saman. Og nú eru tveir góðir skúlar lagdir saman til ein betri skúla.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.