Tíðindi

Tosa børnini enskt, rætti eg tey

- Eg rætti tey og biði tey tosa føroyskt. Tað hevur týdning at taka í hetta alla tíðina, tí eg síggi og havi sæð síðstu árini, hvussu illa tað kann ganga, um vit bara lata standa til og loyva børnunum at tosa enskt, sigur Katrin Dagbjartsdóttir, lærari í Skúlanum á Fløtum

21.10.2021

Orðfeingið hjá nógvum børnum er minni nú á døgum samanborið við fyri nøkrum árum síðan, og enskt er í størri mun enn áður farið at køva føroyskt. Tað heldur Katrin Dagbjartsdóttir, lærari.

- Síðstu árini eru nógvir næmingar farnir at tosa enskt; summir er ógvuliga skjótir at taka til ensk orð, tá ið teir skulu greiða frá onkrum, og summir næmingar tosa enskt sínámillum. Tosa børnini enskt, so rætti eg tey beinanvegin; eg biði tey tosa føroyskt. Orðini, sum tey taka úr enskum, eru vanliga úr telduspølum; eg sigi við tey, hvussu tey eita á føroyskum, og fyri summi gevur tað meining. Hóast børnini eru ung, so greiði eg teimum frá, hví tað er so umráðandi at tosa føroyskt og vera góð við og verja móðurmálið. Ávirkanin úr enskum er so stór, at mótbrekkan er ógvuliga brøtt.

Katrin Dagbjartsdóttir tekur ensku ávirkanina upp á foreldrafundi; hon heitir á foreldrini at tosa við børnini um ikki at tosa enskt.

- Hetta við at børnini spæla nógv telduspøl ella síggja nógv film, ger jú, at tey fáa tað enska inn fram um føroyskt. Ikki øll foreldur síggja vandan í, at børnini tosa enskt; summi halda, at tað er gott, at børnini duga enskt. Lesa foreldur nógv fyri børnum sínum, og tosa tey nógv við tey, hava tey gott føroyskt mál og ríkt orðfeingi fram um til dømis enskt, og so eru tey eisini meiri mótstøðufør móti enska teldumálinum. At gera foreldur tilvitað um týdningin at lesa, tosa við børnini og geva teimum orð, og at tað verður tosað føroyskt fram um enskt, er sera umráðandi; grundarlagið fyri at læra onnur mál, er, at tú dugir móðurmálið væl. Tað hevur týdning at taka í hetta alla tíðina, tí eg síggi og havi sæð síðstu árini, hvussu illa tað kann ganga, um vit bara lata standa til og loyva børnunum at tosa enskt. Og sannlíkt er, at henda gongdin fer bara at versna.

Les alla greinina í Skúlablað nr 5, 2021.

Mynd: Ólavur Frederiksen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.