Tíðindi

Tilvit um mál kann gera allan munin

Kanningarúrslitini geva ábending um, at dugnaskapurin hjá mammunum í føroyskum hevur týdning fyri, hvussu væl børnini duga føroyskt. Hetta kemur fram í kanning av málinum hjá 4 tvímæltum børnum

23. juni 2020

Í MA-ritgerð síni á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya hevur Helena Kannuberg gjørt eina kvalitativa kanning av føroyska málinum hjá børnum við føroyskum pápa og filipinskari ella tailendskari mammu. Á heysti 2018 hevði hon samrøðu við 4 børn, ið eru 9-10 ára gomul og ganga í 4. flokki.

- Eitt av teimum fýra børnunum, sum er við í kanningini, ið eg havi gjørt, kláraði seg væl, eisini samanborið við kontrollbørnini, tað vil siga børnini, sum eru vaksin upp við bara føroyskum. Foreldrini hjá hesum barninum, sum kláraði seg væl, eru ógvuliga tilvitað um týdningin av menna málið hjá børnum; hetta barnið dugir bæði móðurmálið hjá mammuni og føroyskt; tað er vaksið upp við, at mamman tosar móðurmálið og flótandi føroyskt, og tað hevur verið lisið nógv fyri tí í uppvøkstrinum. Bæði foreldrini hjá gentuni, sum skarar framúr samanborið við hini børnini í kanningini, hava universitetsútbúgving.

Serfrøðin sigur, at tú altíð eigur at tosa móðurmálið við børn tíni; tí er sera umráðandi, at henda vitanin kemur út til foreldur, sigur Helena Kannuberg.

- Tað kemur tíverri fyri, at foreldur fáa skeiva upplýsing; eitt nú at foreldur, sum hava annað móðurmál enn føroyskt, skulu tosa føroyskt við børn síni. Tað sigur seg sjálvt, at tá tú tosar móðurmálið, er samskiftið natúrligt, tí móðurmálið situr í beinagrindini. Tað er bara gjøgnum móðurmálið, at tú kanst stimbra málið hjá børnum tínum og styrkja sansirnar, ljóðansni og málkensluna. Tað ber í øllum førum ikki til í sama mun á einum øðrum máli enn móðurmálinum. Tann størsta gávan, tú kanst geva barni tínum, er móðurmálið. At velja tað frá og tosa eitt annað mál, tú kanska ikki dugir ella ikki dugir nóg væl, er ógvuliga harmiligt. Tí er tað so sera umráðandi, at foreldur verða kunnað um týdningin av málmenning so tíðliga sum til ber.

Tvey av teimum fýra tvímæltu børnunum í kanningini hjá Helenu Kannuberg eru vaksin upp við, at mammurnar hava tosað móðurmálið við tær; onnur gentan dugir málið og tosar tað, um hon vil; hin skilir móðurmálið hjá mammuni, men vil ikki tosa tað.

- Hvat mál mamman velur at tosa, og hvat mál verður tosað heima, er ikki tað einasta, sum er týdningarmikið fyri menningina av málinum, sum verður tosað í landinum, tú býrt. Tað er eitt samanspæl av fleiri viðurskiftum. Í einum vælferðarsamfelag sum tí føroyska skuldi tú ikki hildið, at sosiobúskaparliga støðan hjá familjuni hevur stóran týdning, og ein long útbúgving hjá foreldrunum er ikki nøkur trygd fyri, at børnini klára seg væl; heldur er útbúgvingarstigið ein ábending um ein hugsanarhátt og eitt tilvit, sum foreldrini hava. Og tað benda vanarnir, sum foreldrini hava tikið til sín í uppalingini av børnum sínum, á. Foreldrini hjá gentuni, sum skarar framúr av teimum fýra, hava lisið nógv fyri henni, bæði á føroyskum og á móðurmálinum hjá mammuni. Í upplestri møtir barnið góðum og ríkum orðfeingi, og tað stimbrar málið. Hjá hinum, sum ikki klára seg eins væl, hava tey ikki havt somu vanar heima; har hava foreldrini ikki lisið fyri børnunum, kanska tí at tey ikki vita, hvussu stóran týdning, tað hevur. Vit vita, at veksur tú ikki upp í eini mentan, har tað verður lisið, er tað ikki so lætt at ogna sær henda vanan og seta tíð av.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.