Tíðindi

Tilfar um trivnað eigur at verða gjørt

Tað er ikki nóg gott, at lærarar skulu brúka tilfar, sum ikki er føroyskt; tað má vera viðkomandi og dagført, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður

17.06.2021

Lærarar hava víst á, at ein hjálp í arbeiðinum fyri trivnaði kundi verið undirvísingartilfar, sum lærarar og flokslærarar lættliga kunnu brúka í undirvísingini at menna trivnaðin millum næmingar. Lítið og einki tilfar er á føroyskum. Landsstýrismaðurin er greiður yvir henda trupulleikan.

- Tað er ikki nóg gott, at lærarar skulu brúka tilfar, sum ikki er føroyskt; tað má vera viðkomandi og dagført. Vit hava tosað við Nám um uppgávuna, og vit hugsa okkum, at hetta er partur av arbeiðnum hjá trivnaðarráðgevanum at fáa sett gongd á, bæði sum undirvísingartilfar og sum framíhjálestur. Tilfarið er týðandi arbeiðsamboð hjá lærarum at arbeiða við trivnaði, og vit vita, at skúlar sóknast eftir slíkum tilfari.

Tilfar, sum er tókt. sum er, eru uppgávur, sum eru gjørdar til bøkur, umframt tilfar frá Lions; tilfarið frá Lions hevur nøkur ár á baki.

Landsstýrismaðurin væntar, at tað verður partur av arbeiðnum hjá trivnaðarráðgevanum at vera við til at framleiða tilfar um trivnað. Hann hevur stórar væntanir til nýggja trivnaðarráðgevan.

- Allir skúlar hava trivnaðarætlan, og lærarar hava verið á skeiði í, hvussu tær verða gjørdar og brúktar, men sum við øllum skipanum eigur hetta eisini at verða endurskoðað fyri at finna út av, um tær virka eftir ætlan. Mangan er tað ein samskipari sum manglar, og nú hava vit trivnaðarráðgevan, sum kann samskipa. Saman við regluligum trivnaðarkanningum, trivnaðardøgum og átøkum annars í skúlanum fer tað heilt vist at gera stóran mun, at væl skikkaður trivnaðarráðgevi er settur í fulla tíð at arbeiða saman við lærarum at bøta um trivnaðin. Eg gleði meg at hoyra, hvat hon hevur upp á hjarta, og hvat hon heldur eigur at verða gjørt.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.