Tíðindi

Tey 17 heimsmálini á Námsvísindadeildini

ST samtykti á aðalfundi í 2015 tey 17 heimsmálini. Endamálið er at arbeiða fram ímóti einum betri heimi og burðardyggari menning, og at málini skulu verða rokkin seinast í 2030.

2. oktober 2018

Tey 17 heimsmálini eru hesi:

1. Basa fátækradømi

2. Mat til øll

3. Góð heilsa og vælvera

4. Góðska í útbúgving

5. Javnstøða millum kynini

6. Reint vatn og reinføri

7. Burðardygg orka

8. Sømulig arbeiði og búskaparligur vøkstur

9. Vinna, nýskapan og undirstøðukervið

10. Minka um ójavna

11. Burðardyggar býir og bygdir

12. Ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla

13. Veðurlags-átøk

14. Lívið í havinum

15. Lívið á landi

16. Friður, rættvísi og sterkir stovnar

17. Samstarv um heimsmálini

Eisini her í Føroyum hava vit tikið heimsmálini til okkum. Málini eru sett á dagsskránna politiskt, undirvísingarportalurin Snar hevur havt temasíður um tey 17 heimsmálini, og skúlar hava havt evnisviku um evnið. Námsvísindadeildin setti í síðstu viku tey 17 heimsmálini á breddan við at skipa fyri eini evnisviku. Hesa vikuna varð øll vanlig undirvísing løgd til síðis, og hvør flokkur ella lestrarlinja valdi sær eitt av málunum at arbeiða við. Hvør dagur í evnisvikuni byrjaði við einum viðkomandi fyrilestri, og síðan varð farið í stovurnar, har hvør bólkur arbeiddi við sínum evni. Fríggjadagin vístu allir bólkar sítt endaliga avrik fram fyrrapart, og síðan varð farið í auluna á kafé, har felagssangur og ymiskt undirhald eisini var, fyri at runda hesa frálíku evnisviku av.

Ein fragd var at síggja, hvussu nógv ymiskt var komið burturúr. Kreativu evnini og nýhugsan høvdu merkt hesa vikuna, og nógv av tí, sum arbeitt varð við, kann lættliga nýtast í veruleikanum. Sera kveikjandi er at síggja úrslitið av eini slíkari evnisviku. M.a. kann nevnast, at ein bólkur hevði arbeitt við at menna eina app til burðardygga ferðavinnu, ein annar bólkur hevði gjørt ljóðføri úr endurnýtslutilfari, og fleiri bólkar høvdu gjørt stuttar filmar, m.a. til føroyskar barnasangir. Tey, sum høvdu innskúling á linju, høvdu valt at arbeiða við undirvísingartilfari, sum serliga varð málrættað dreingjum. Ásannandi at dreingir oftari fella frá, bæði í fólkaskúlanum og miðnámsskúla, er umráðandi at fáa teir at støðast í fólkaskúlanum. Tey høvdu nøkur boð uppá, hvussu vit kunnu kveikja áhugan hjá dreingjum í innskúlingini, og hvussu til ber at tillaga undirvísingina til áhugamálini hjá dreingjum, m.a. við at gera evnini áhugaverd og viðkomandi, og at hava spæl við í undirvísingini.

Myndir frá evnisvikuni síggjast á Instagram #Faroes17by30

Tekstur og mynd: Ragnhild Olsen

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.