Tíðindi

Tað skal verða lættari at vera barn í Vágum

Sama barnafatan fer at gera tað lættari at vera barn í Vágum

21.12.2023

Saman um barnið – vitan um verkið er heitið verkætlan, sum Vága kommuna og Sørvágs kommuna og skúlarnir og dagstovnarnir í kommununum báðum eru í gongd við. Verkætlanin hevur til endamáls, at øll, sum arbeiða við børnum og á barnaøkinum í kommununum, hava somu barnafatan. Talan er um nærum 300 fólk. Farið var í gongd í fjør, og verkætlanin fevnir um trý ár.

Sum skilst eru royndirnar higartil, at tað gongur væl. Tað, sum er í gongd í løtuni, er leiðslumenning. Øll, sum arbeiða á barnaøkinum í kommununi, hava verið á skeiði og til fyrilestrar í hesum sambandi, soleiðis at tey hava somu barna- og menniskjafatan.

Í lýsingini av verkætlanini verður sagt, at Saman um barnið – vitan um verkið er ætlað at fáa stovnar og skúlar at virka betur innanhýsis sum ein eind. Og ikki minst er hon ætlað at styrkja samstarvið millum ymisku stovnarnar og skúlarnar.

-       Vit skulu øll vera saman um barnið, og vit vilja øll hvør í sínum lagi alt tað besta fyri okkara børn og ungu. Og øll, sum eru um børnini dagliga, og foreldur royna altíð sítt allar besta. Men samstundis bæði hoyra og uppliva vit dagliga, at børn stríðast og eru undir alsamt vaksandi trýsti. Henda verkætlanin er í fleiri liðum. Hon er ætlað at styrkja starvsfólk fakliga.

Sagt verður, at við verkætlanini skal tað verða betri at vera barn, og tað skal verða lættari at vera barn í Vágum. 

-       Vit eru sannførd um, at henda verkætlan fer at gagna øllum børnum, soleiðis at stovnar og starvsfólk gerast enn dugnaligari at skapa góðar karmar um trivnað og menning.

Mál at røkka:

-       styrkja og menna um samstarvið millum teir skúlar og stovnar, hjá landi og kommunu, sum varða av børnum og ungum

-       styrkja og menna um samstarvið millum øll starvsfólk, sum varða av børnum og ungum

-       fáa eitt enn betri og samanhangandi samstarv við foreldur og umsorganarpersónar

-       arbeiða við støðugt at førleikamenna øll starvsfólk á økinum

Stovnar, ið eru við í verkætlanini, eru Vága- og Sørvágs kommuna, Skúlin á Giljanesi og Sørvágs skúli, Alvalon, Miðgarður, Sóljugarður, Virkishúsið við ánna, Smílikullan, Sýslanungdómshúsið, Sýslanfrítíðarskúlin, Námsfrøðiliga ráðgevingin (Vága Kommuna) og Barnaverndartænastan. Fyri landið NÁM (trivnaðarráðgevin), Undirvísingarstýrið, Sernám, Gigni og SSP/løgregla.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.