Tíðindi

Tað skal vera pláss fyri øllum

- Í einari vanligari skúlastovu skulu næmingar kunna fara burturfrá og vera fyri seg sjálvar uttan at verða noyddir at fara út, sigur Sonni Djurhuus, skúlastjóri í Skúlanum við Streymin

29.03.2021

Fjølbroyttu royndirnar hjá skúlastjóranum í Skúlanum við Streymin komu væl við, tá ið skjøtil var settur á at tekna nýggjan skúla í Sunda kommunu fyri nøkrum árum síðan. Hann hevur arbeitt í fleiri skúlum og hevur eisini verið leiðari á serskúlanum Rásini í Runavík. Serliga royndirnar á Rásini komu væl við, tá ið hugsað verður um, hvussu ymiskan tørv næmingar hava í einum skúlabygningi. Sonni Djurhuus varð settur sum skúlastjóri í 2015, og um nøkulunda somu tíð fór verkætlanin at byggja nýggjan skúla í gongd. Sostatt hevur hann av fyrstan tíð verið við at leggja fram tankar saman við umsitingini í kommununi og borgarstjóranum fyri teimum, sum hava teknað skúlan, um, hvussu skúlin skal síggja út, hvussu umstøðurnar skulu vera og ikki minst leggja upp fyri ymiska tørvinum hjá næmingum.

- Av tí at eg havi roynt ymiskar skúlamentanir, havi eg fingið innlit í fjølbroyttar skúlakarmar. Tá ið eg var á Rásini, vóru vit kunningarferð í Íslandi og Danmark, har vit vitjaðu nógvar skúlar í sambandi við eitt álit um serbreytir í miðnámsskúlunum. Tá gjørdi eg mær nakrar tankar um, hvussu ein skúli kundi síggja út, um eg fekk ávirkan. Tá ið eg so fekk møguleikan at standa á odda fyri Skúlanum við Streymin, vóru tað serliga trý viðurskifti, eg hevði í huganum. Tað fyrsta var, at tað skuldi vera pláss fyri øllum; tað merkir, at tað í einum vanligum floksrúmi skulu vera umstøður til, at næmingar skulu kunna fara burturfrá og vera fyri seg sjálvar uttan at verða noyddir at fara út úr skúlastovuni. Tað annað var ein opin skúli, har tað eru so fáar læstar dyr sum til ber, og so nógv glas sum til ber, so ljós kann koma úr øllum heraðshornum. Og tað triðja, at umstøðurnar í ítrótti skulu vera soleiðis, at allir næmingar kenna seg væl, sigur Sonni Djurhuus.

Skúlin við Streymin er ein samanrenning av einum gomlum skúlabygningi og einum nýggjum. Tað, sum er bygt uppí, hýsir í dag miðdeildini, serstovum, fyrisitingini, bókasavni og matarsalinum. Hádeildin er har, sum hon var áðrenn, og grunddeildin er flutt, har partur av hádeildini er. Gamla miðhøllin er vorðin til skúlastovur til grunddeildina, og gamla skúlastjóraskrivstovan hýsir førleikastovuni. Fyri at allir næmingar skulu hava kensluna av at ganga í einum nýggjum skúla, er alt innbúgvið skift út.

Les alla greinina á www.skulabladid.fo

Mynd: Ólavur Frederiksen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.