Tíðindi

Tað er stórur tørvur á serflokkum

Nógvir næmingar hava avbjóðingar í gerandisdegnum. Øll, sum fáast við undirvísing, vita, at ein næmingur við serligum avbjóðingum hevur ilt við at fóta sær í einum vanligum skúlaflokki. Nógv skal fáast frá hondini í undirvísingini, og tað er so skjótt, at summir næmingar detta niðurímillum. Tað siga Jóan Pauli Jacobsen og Asbjørn Berthelsen, ið eru lærarar í Skúlanum við Streymin

30.03.2021

Hyggjuráðini eru ikki at trýsta ein næming, sum av ymsum orsøkum hevur ilt við at fylgja við, at megna tað, ið floksfelagar hansara megna. Tað er her, at ein serflokkur í nærumhvørvinum hjá næminginum er eitt gott tilboð. Fyrr kom tað jú fyri, at summi børn vórðu send av landinum, tí einki skúlatilboð var til teirra í heimliga umhvørvinum. Ta sorgarsøguna kenna tey flestu.

- Við at hava ein serflokk í heimligum umhvørvi kann næmingurin búgva heima og vera millum sínar javnlíkar í gerandisdegnum, siga Jóan Pauli Jacobsen og Asbjørn Berthelsen, ið eru lærarar í Skúlanum við Streymin.

Skúlin við Streymin hevur í nøkur ár havt hetta skúlatilboð, og tveir av lærarunum, sum hava arbeitt í serflokkinum, eru Jóan Pauli Jacobsen og Asbjørn Berthelsen. Leikluturin hjá læraranum eigur ikki at vera undirmettur, tá ið talan er um serflokkar, halda teir. Ein lærari, sum hevur arbeitt í nøkur ár við serflokkum, vinnur sær nakrar arbeiðsførleikar og eina vitan, ið er ein umráðandi fortreyt fyri, at arbeiðið skal eydnast.

- Hetta er ikki minst galdandi, tá ið vit tosa um at fáa næmingarnar at trívast. Sera ymiskt kann vera, hvussu næmingar, sum koma í serflokkin, eru fyri, og summar støður kunnu vera sera krevjandi hjá lærarunum. Í høvuðsheitum kunnu tað vera fakligir trupulleikar og atferðartrupulleikar, sum hond má takast um.

-Vit arbeiða á tann hátt, at vit hava teir eldru næmingarnar fyri seg og teir yngru fyri seg. Stórur dentur verður eisini lagdur á, at næmingarnir ikki missa sambandið við vanliga flokk sín. Teir allarflestu hava nakrar tímar inni í sínum flokki, og vit leggja dent á, at næmingurin fær allar tímarnar í tí lærugrein, sum hann er saman við flokki sínum í. Tað er ikki so gott bara at hava tveir av fimm tímum inni í flokkinum í t.d. føroyskum. Her skal nevnast, at ein fortreyt er sjálvandi, at næmingurin fær hjálp, so at hann kann fáa nakað burtur úr at vera inni í sínum flokki, siga teir.

Jóan Pauli og Asbjørn siga, at meginreglan hjá teimum, sum undirvísa í serflokkinum, er, at næmingarnir læra at lesa, skriva og rokna, t.e. at næmingarnir hava føroyskt, enskt, danskt og støddfrøði. Men næmingarnir hava eisini aðrar lærugreinar, so sum ítrótt og heimkunnleika, á tímatalvuni.

-Vit gera eisini útferðir til ymisk kend støð í Føroyum. Okkara skúlatilboð miðar eisini eftir, at næmingar, sum vilja tað, kunnu fara upp til fráfaringarroynd. Okkara serflokkur byggir á næmingatillagaða undirvísing. Vit hava hildið tað vera umráðandi, at vit arbeiða á tann hátt, tí næmingar kunnu vera so ógvuliga ymiskir. Tað er meiningsleyst, at ein næmingur situr við eini skúlabók, sum kanska er ætlað floks- og aldursbólki hansara, men sum hann als ikki er førur fyri at fáa nakað burturúr.

- Útgangsstøðið hjá næmingum, sum koma í serflokkin, kann vera sera ymiskt. Summir koma, tí atburður teirra ger, at teir ikki kunnu vera í skúlaflokki sínum. Aðrir hava fakligar avbjóðingar. Tí er viðhvørt neyðugt at fara aftur til byrjanina og haðani at byggja upp eitt skúlaarbeiðslag, har næmingurin torir at taka ímóti undirvísing. Tað er krevjandi, tí næmingurin eigur ikki at kenna tað so, at hann er minni verdur enn javnaldrar sínir, men heldur eigur hann fáa eina kenslu av, at hann megnar nakað. Umráðandi er, at næmingarnir kenna seg hoyrdar, tryggar og sæddar.

Les alla greinina í Skúlablað nr 1, 2021

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.