Tíðindi

Tað er skipanina, vit kanna, ikki næmingarnar, ið standa seg illa

Tað sigur Erla Olsen, ph.d, dekanur og lektari á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, í samband við nýggjastu PISA-kanningini, ið aftur hava fest í kjakið um dygdina í føroyska fólkaskúlanum.

21.03.2024

Fleiri hava undrast og sett spurnartekn við, um samsvar yvirhøvur er millum úrslitini í PISA-kanningini og tað, sum undirvíst verður í í skúlanum.

Erla Olsen heldur, at spurningurin er áhugaverdur, og hon hevur eitt boð upp á, hví gjógvin millum PISA og føroyska fólkaskúlan tykist at vera so stór.

- PISA mátar í hvønn mun næmingurin hevur hegni og førleikar at umseta, gagnnýta og føra lærdóm og vitan út í lívið. Men undirvísingin í Føroyum ber framvegis í stóran mun brá av at verða stýrd av pensum og ikki førleikamálum. Tað vil siga, at næmingurin skal duga sítt pensum, men tað er ikki tað, ið PISA mátar. Samsvar er tí ikki millum hugsjónina í PISA- mátingunum og undirvísingina í føroyska fólkaskúlanum. Og tá er vandi fyri, at úrslitini geva eina skeiklaða mynd av veruleikanum, tí føroyskir skúlanæmingar duga væl, men hava ikki fingið neyðugu amboðini í gávu frá skúlanum, sigur Erla Olsen.

Hon vísir á, at talan er um eitt rák og eina tilgongd, sum hevur verið í londunum rundan um okkum í fleiri ár. Men ráðandi tankagóðsið, ið PISA byggir á, er komið eitt sindur seinni til Føroya.

- Nýggju námsætlanirnar vórðu gjørdar í 2011, og vit skulu minnast til, at tað tekur tíð at gera broytingar í skúlaverkinum. Eg haldi, at tað er umráðandi og av stórum týdningi, at vit alla tíðina hava fyri eyga, at tað er skipanina, vit kanna, og ikki næmingarnar, ið ikki duga nóg væl. Úrslitið av PISA gevur okkum eina ábending um, at tað er skipanin, sum skal rætta kós og førka seg frá pensum til førleikamál. Men tað tekur tíð, tí tað er ein stór skúta, sum skal snarast á, sigur Erla Olsen.

Hon heldur, at tað er neyðugt og í tøkum tíma, at farið verður undir eitt miðvíst arbeiði at leggja undirvísingina í Føroyum til rættis eftir einum nýggjum og tíðarhóskandi leisti.

- Skúlaverkið hevur skyldu til at veita dygdargóða undirvísing, so næmingarnir verða brynjaðir til framtíðina. Tí mugu vit sum skjótast leggja á annan bógv og førka okkum nærri teimum mannagongdum, sum øll skúlaverk, ið vit samanbera okkum við, áseta við førleikamálum, sigur Erla Olsen. 

Á Breddanum í útvarpinum stutt eftir, at úrslitini av seinastu kanningini vórðu løgd fram, segði Erla Olsen, at ein skjót loysn, sum hevði gjørt góðan mun beinanvegin, kundi verið at eftirútbúgvið lærarar.

- Um vit siga, at vit í Føroyum klekja okkurt um 30 lærarar um árið, og teir fara út á 30 ymsar skúlar í landinum, so ger tað ikki tann stóra munin. Tað hevði gjørt betri gagn, um ein størri hópur av lærarum á hvørjum skúla fekk høvi at taka eina eftirútbúgving, ið samsvarar við tíðina um skúla og skúlaskap og nýggju krøvini um undirvísing. Tað hevði verið ein munandi skjótari og lættari loysn enn at broyta verandi lærararútbúgving og bíða í fleiri ár eftir, at nýggja ættarliðið av lærarum er liðugt útbúgvið og til reiðar at fara út í skúlarnar, sigur hon.

Brot úr størri samrøðu við Erlu Olsen, sum Jákup Bogi Joensen hevur gjørt í Skúlablað nr 1, 2024. Mynd: Ólavur Frederiksen.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.