Tíðindi

Tað ber ikki til at skilja millum autismu og vánaligar sosialar eginleikar

– Tað er einki mark fyri, hvør kann hava autismu. Tí gevur tað ikki meining at verða útgreinað ella útgreinaður fyri at fáa eina diagnosu, fyrr enn mann hevur trupulleikar í gerandisdegnum, sigur granskari og psykiatari.

05.01.2024

Alsamt fleiri fáa eina diagnosu í autismuspektrinum. Autisma er eitt menningarórógv, sum er eyðkent við at hava trupulleikar við sosialum samspæli og samskifti. Haraftrat er eitt eyðkenni ein atferð, sum endurtekur seg, og at hava avmarkað áhugamál.

Sosial grásona

Autisma verður roknað at vera ein støða, tú ert føddur ella fødd við, men tað ber ikki til at seta diagnosuna við hjálp av til dømis blóðroynd ella øðrum medisinskum kanningum.

– Samanbera vit við eitt nú hædd, so eru sosialir eginleikar eisini javnt býttir í fólkinum. Flest fólk duga væl at vera sosial. Summi duga sera væl at skilja onnur og at knýta sambond, og summi duga sera illa. Tað sigur Maj-Britt Posserud, granskari og psykiatari við Universitetið í Bergen og Universitetssjúkrahúsið í Haukeland.

Millum teirra, sum eru illa fyri sosialt, er ein grásona millum tey, sum tørvar eina autismudiagnosu, og teirra, sum klára seg uttan. 

– Tað ber ikki til at siga neyvt, hvar markið er millum vánaligar sosialar eginleikar og autismu, men vit halda, at fleiri fáa diagnosuna í dag, tí samfelagið setir hægri sosial krøv til okkara enn áður, sigur Posserud.

Seráhugamál sum ikki eru løgin

Umframt at hava trupulleikar í sosialum samspæli menna nógv fólk við autismu ein áhuga fyri onkrum evni, áhugamáli ella virksemi, sum nærum púrasta tekur yvir.

– Fyrr tosaði mann um løgin áhugamál, men tað fyribrigdið er ikki nóg gott. Áhugamál nýtast ikki at vera serlig ella løgin. Tað er sjálvur intensiteturin, sum er serligur ella løgin, ikki áhugamálið í sjálvum sær. Børn við autismu halda ofta, at tað er ringt at spæla við annað, enn tað, sum er teirra serliga áhugamál. Og av tí at spælið í teirra høvdi eigur at fara fram á ein ávísan hátt, kann tað virka ónatúrligt fyri onnur børn, sigur Posserud.

Gentur við autismu velja ofta áhugamál, sum sýnast at vera “vanligari” enn tey, sum dreingir velja.

– Tey velja ofta sosial evni sum sítt øki, tað kann hjá yngri gentum vera hestar ella hjá teimum hálvvaksnu sálarfrøði og sambond millum vaksnar kvinnur. Hetta verður ikki hildið at vera løgin áhugamál fyri onnur, men aftur her er tað intensiteturin, sum hevur týdning. Slagið av áhugamálum kann vera orsøkin til, at konufólk ofta ikki fáa diagnosuna autismu, sigur Posserud.

Missa sosiala læring

Autismuspektrið rúmar alt frá teimum, sum ikki megna at búgva einsamøll og klára seg sjálv, til tey, sum klára seg væl, hava góða útbúgving, arbeiði, familju og vinir.

– Vit vita, at autisma kann verða knýtt at tí at hava góð evni, tí fyri at duga okkurt væl, mást tú arbeiða nógv við tí. Evnini at fordjúpa seg kann vera ein superkraft hjá nógvum við autismu, sigur Posserud.

Men sjálvt um fólk við autismu kunnu gerast ógvuliga dugnalig á summum økjum, stríðast nógv við, at tey missa týdningarmikla sosiala læring í uppvøkstrinum. Hóast tey eru fakliga sterk, kunnu tey hava trupulleikar við øllum, frá at taka sær av sær sjálvum, tá ið tey eru kedd og troytt, til ymiskt gerandisligt so sum húsarbeiði og hvussu tú ber teg at, tá ið tú fert til handils.

– Tá ið vit seta eina diagnosu, kunnu vit syrgja fyri, at børn fáa ein námsfrøðiligan stuðul, sum er lagaður eftir tørvinum hjá viðkomandi. Á tann hátt kunnu tey læra alt, ella vit kunnu bjóða upplæring til teirra sum vaksin, um tey ikki hava ognað sær førleikarnar í uppvøkstrinum, sigur Posserud.

Strævið at kamuflera

Posserud heldur, at tað er ikki neyðugt at verða útgreinað ella útgreinaður fyri at fáa eina diagnosu, fyrr enn tú hevur trupulleikar í gerandisdegnum orsakað av autismu.

– Slíkir trupulleikar kunnu koma undan kavi í ymsum tíðarskeiðum í lívinum. Tað kann vera, tá ið hægri krøv verða sett í skiftinum frá barnagarði til skúla, ella tá ið mann flytur heimanífrá og skal klára seg sjálv ella sjálvur. Vit síggja eisini, at summi ikki fáa trupulleikar, fyrr enn tey gerast vaksin og eru við at verða útbrend, tí tey hava stríðst so nógv at káva út yvir autismuna, sigur hon.

Fleiri, sum eru í autismuspektrinum, gerast nevniliga ógvuliga dugnalig í sokallaðari maskering ella sosialari kamuflering.

– Tey læra seg kodurnar, men arbeiða hart fyri at bera seg at, sum tað verður væntað av teimum. Tað kann samanberast við, at vit onnur eru til starvssamrøðu ein heilan dag, hvønn dag. Tað er ógvuliga strævið, sigur Posserud.

Summi fólk við autismu megna at laga seg til, soleiðis at eyðkennini hjá teimum ikki gerast ein forðing í gerandisdegnum yvirhøvur. Í slíkum førum heldur Posserud, at ein diagnosa er óneyðug.

– Eg møti sjúklingum, sum ivaleyst kundu fingið autismudiagnosu, men sum ikki hava nakrar trupulleikar. Í teimum førum sigi eg við tey, at tey kunnu hugsa seg eitt sindur um og lesa eitt sindur um diagnosuna. Fyri fleiri teirra er tað nóg mikið at skilja betur, hví mann er sum mann er, sigur hon.

Kelda: forskning.no

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.