Tíðindi

Talið á skúlabørnum støðugt

Hesi seinnu árini hevur skúlabarnatalið ligið um 7.000 til samans fyri allan fólkaskúlan og frískúlarnar. Metta talið fyri skúlaárið 2017/18 er 7.027. Akkurát tað sama sum í skúlaárinum 2016/17, 7.027

17.08.2017

Nokkso stuttligt, at tilvildin vildi, at talið er nett tað sama sum seinasta skúlaár. Í 2017/18 eru 6.864 næmingar í fólkaskúlanum og 163 í frískúlunum. Í 2016/17 vóru 10 fleiri næmingar í fólkaskúlanum – 6.864 – enn hetta skúlaárið, men 10 færri næmingar í frískúlunum – 153, og soleiðis er samlaða talið vorðið akkurát tað sama í 2017/18, tí at 163 næmingar eru í frískúlunum.

Tað undrar summi, at skúlabarnatalið stendur mest sum í stað, meðan fólkatalið í landinum veksur. Vit eru farin um tey 50.000, men kortini hevur tað víst seg, at nakað bendir á, at talið á skúlabørnum minkar heldur enn at vaksa.

Hví?

Sambært Hagstovu Føroya hava kvinnur í barnførum aldri útsett – og sostatt hækkað – aldurin hjá sær at eiga børn. Og tó kunnu vit staðfesta, at grundin til, at fólkatalið í Føroyum veksur, er, at nettotilflytingin hevur verið størri tey seinnu árini enn nettofráflytingin. Ein natúrlig avleiðing av, at tíðirnar eru vorðnar nógv betri enn í teimum undanfarnu búskaparligu kreppuárunum. Menn og kvinnur í ávikavist arbeiðs- og barnførum aldri flyta heimaftur, tí at vit skulu minnast til, at nettupp hesin parturin av fólkinum framvegis flytur uttanlands at lesa og arbeiða.

Ein onnur grund er, at tilboðini um útbúgving og nú eisini íbúðir víðkast støðugt, og lestrarstuðulin veksur, hóast hann hjá mongum ikki er nøktandi, tí hann er framvegis væl minni enn í eitt nú Danmark. Viðvíkjandi íbúðum er spennandi at vita, hvussu verður, nú alsamt fleiri lestraríbúðir verða tøkar í næstum. "Kommunuskúlin" í Havn er næstan liðugur, og aðrastaðni í Tórshavnar kommunu verða bygdar íbúðir til lesandi. Altso, strembanin eftir campus – skúlaøki – dregur alsamt fleiri politikarar og játtandi myndugleikar til sín.

Í triðja lagi hava nógvar kvinnur í barnførum aldri útsett tað at eiga børn, til tær eru í tretivunum og fjørutinum. Tær vilja heldur ikki eiga so nógv børn sum fyrr, hóast føroyskar kvinnur hava europamet í at eiga børn. Men tað er sjálvandi einki afturímóti barnaskaranum í gomlum døgum.

Haraftrat verða vit eldri og eldri. Vit liva longri enn nakrantíð fyrr. Nettupp tað ger sítt til, at fólkatalið veksur, men ikki barnatalið, tí tann barnføri aldurin hjá kvinnum viknar natúrliga.

Eitt tað einfaldasta dømið um at skúlabarnatalið minkar er í Suðuroynni. Har valdaði av góðum grundum bjartskygni, tá ið Varðin Pelagic reisti seg á Tvøroyri fyri nøkrum árum síðan. Nú fór fólkatalið at vaksa, og við tí skúlabarnatalið. Nøkur fólk fóru suður at arbeiða, men tey høvdu ikki børnini – skúlabørnini – við sær, tí at børnini eru vaksin. Tey eru langt síðan farin úr skúlanum, og foreldrini ella tey støku, ið fóru suður, manna eisini pendlararutuna millum Krambatanga og Havnina, og tað fekk sostatt heldur ikki fólkatalið at vaksa.

Varðin Pelagic fer at reisa seg aftur sum Fuglurin Føniks eftir vanlukkuna fyrr í ár, tá ið virkið brann í grund. Men sama hvat, ið hendir, so veksur skúlabarnatalið ikki. Tað einasta, ið fær tað talið at vaksa aftur við einum fólkagrundarlagi upp á umleið 50.000 er at broyta hugburð soleiðis, at yngri barnførar kvinnur aftur fara at eiga børn.

Myndin:

Skúlabarnatalið stendur mest sum í stað, meðan fólkatalið í landinum veksur. Vit eru farin um tey 50.000, men kortini hevur tað víst seg, at nakað bendir á, at talið á skúlabørnum minkar heldur enn at vaksa

Tekstur: Sonne Smith

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.