Tíðindi

Takk fyri stóra álitið

Eg fari sjálvandi at gera alt, eg kann, fyri at liva upp til stóra álitið, mær er litið upp í hendi. Tórhallur við Gil, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

09-05-2022

Fyri góðari viku síðani var aðalfundur Føroya Lærarafelags hildin á Hotel Føroyum. Uppmøtingin var sera góð, tað mundi tátta í 300 lærarar. Sjálvur stóð eg fyri vali, og tað eydnaðist mær at verða valdur. Tað eri eg ógvuliga takksamur fyri og taki tað sum ein heiður og stóra ábyrgd at vera í nevnd Føroya Lærarafelags. Eg fari sjálvandi at gera alt, eg kann, fyri at liva upp til stóra álitið, mær er litið upp í hendi.

Aðalfundurin eydnaðist sera væl. Tað er altíð hugaligt, tá ið undirtøkan er so góð, sum hon var, og tað ger sítt til at fáa ein góðan fund. Aðalfundarskráin var sjálvsagt sambært viðtøkunum, og so vóru, sum siður er, tveir gestarøðarar, og hesa ferð vóru tað Jenis av Rana, landsstýrismaður í skúlamálum, og fyrrverandi formaðurin í danska lærarafelagnum, Anders Bondo Christensen.

Tað var eisini ein sonn fragd at hoyra Anders Bondo Christensen, sum helt eina megnar røðu. Hann var formaður í danska lærarafelagnum í samfull 18 ár, so hann hevur øgiligar royndir viðvíkjandi lærarastarvinum. Hann hevði eisini nógv upp á hjarta, og áhoyrararnir sótu sum á nálum. Hann fevndi víða í sínum hugleiðingum og tosaði m.a. nógv um, hvussu skúlin seinastu árini hevur skift kós og er blivin til ein skúla, har so øgiliga nógv skal metast í royndum og próvtøkum av øllum handa slagi, og lærarar skulu skriva upp í leypar av frágreiðingum og skjølum.

Hann vísti á, at øll tíðin, sum verður brúkt upp á hetta (pseudo)arbeiðið, verður tikin frá tí góðu og veruligu undirvísingini, har lærarin saman við næmingunum hevur tíð at fara í dýpdina við øllum møguligum, og næmingarnir veruliga fáa umstøður at skilja ymisk viðurskifti og fyribrigdi í lærugreinini og læra eina rúgvu. Altso undirvísing, sum ikki bara hevur til endamáls, at næmingarnir skulu klára at krossa rætt av í onkrum royndarblaði, tá ið onkur roynd er á skránni. Anders Bondo Christensen tosaði út frá donskum viðurskiftum, men so at siga alt hann nevndi, sæst eisini í føroyska lærarastarvinum.

Afturvaldi formaður Føroya Lærarafelags næstu trý árini, Jacob Eli S. Olsen, hevði eisini eina góða formansfrágreiðing, har høvi var at spyrja spurningar og gera viðmerkingar. Tað vóru eisini fleiri, sum nýttu tað høvið, og nógv áhugavert og viðkomandi koma fram í tí orðaskiftinum.

Samanumtikið ein frálíkur aðalfundardagur í gaman og álvara, sum endaði við einari rimmar veitslu um kvøldið.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.