Tíðindi

Tak orðið við tær

”Úrslitið av undirvísingini er púra greitt. Tað er eingin ivi um, at henda undirvísingargongdin hevur havt sera góð úrslit, eisini tvørtur um málsligu fortreytirnar hjá næmingunum,” sigur Anne-Mette Veber.

10. juli 2019

Hvat ger ein 10 ára gamal næmingur, tá ið hann lesur ein tekst og renir seg í orð, sum hann ikki kennir? Loypur hann tað um? Ella verður hann forvitin og tægar orðið sundur og roynir at gita seg fram til, hvat tað kann merkja út frá innihaldinum í restini av tekstinum? Hvørja strategi barnið velur hevur stóran týdning fyri evnini hjá tí at lesa og avkoda tekstir, bæði í teirri einstøku støðuni og sum heild. Og júst hetta er kjarnin í verkætlanini, ”Tak orðið við tær”, ið Depilin fyri lesigransking á Keypmannahavnar Universiteti hevur ment í samstarvi við lærarar og næmingar í 4. flokki í øllum skúlunum í Høje-Taastrup í Danmark. Høvuðsendamálið við verkætlanini er, at næmingarnir skulu duga betur at lesa.

”Ein góður lesari leggur til merkis, tá ið fatanin av tekstinum dettur sundir, um tað til dømis eru lyklaorð í tekstinum, sum hann ikki skilur. Góði lesarin fer beint í holt við at finna út av tí og royna at umvæla tað, sum er dottið sundur í fatanini. Men fyri nógvar næmingar er tað ein stór uppgáva. Nógvir næmingar hugsa: ”Eg skilji hetta ikki, so eg leypi tað bara um.” Júst hesar næmingarnar vilja vit hava fatur á. Vit vilja geva teimum nakrar lyklar at lirka orðini upp við, so teir ikki leypa tey um,” sigur Anne-Mette Veber, lesigranskari. Og tað er eydnast við er verkætlanini, ”Tak orðið við tær”.

Men hvat er tað so, sum børn og lærarar hava gjørt? Grundleggjandi er talan um tvey viðurskifti: Tey hava fyri tað fyrsta lært at bróta niður orð niður til tann minsta byggisteinin við merkingum – sonevndu morfem, tað er minsta merkingarberandi eind í máli. Og so hava tey hugt at innihaldinum í tekstinum fyri at fáa hugskot til at bróta koduna til tað eina óskiljandi orðið. ”Tað nýggja er, at vit arbeiða ógvuliga skipað við tveimum ymiskum strategium; kunnleiki til morfem og tað at gera samtekstagreining,” greiðir Bettina Dybbro og leggur afturat, at børnini læra, at tá ið tey møta ókendum orðum, so skulu tey hyggja at morfeminum. Hon nevnir orðið ”misálit” sum dømi.

”Vit læra børnini, at tey skulu lesa orðið frammanífrá og skilja tað aftanífrá. Orðið ”mis álit” er sett saman av tveimum morfemum: mis- og – álit. Tey hava lært, at byrjanarmorfemið ”mis” merkir ”ikki”. Tey kenna tað kanska frá misunna ella misteinkja. Og so er orðið ”álit” eftir, sum tey flestu vita, hvat merkir. So ”misálit” merkir ”ikki-álit.”

Allir skúlarnir í Høje-Taastrup hava arbeitt sambært verkætlanini ”Tak orðið við tær” skúlaárið 2018/2019, og teir miða ímóti at halda fram við henni. ”Í mínum hugaheimi eiga allir næmingarnir í 4. flokki at arbeiða sambært hesi verkætlanini. Úrslitini eru so greið, at tað eru allar góðar grundir at raðfesta hetta. Og eg veit, at eisini lærarar í framhaldsdeildini brúka tilfarið til næmingar sínar,” sigur Tina Rønberg Nielsen.

Les meiri um verkætlanina á malmenning.fo https://www.malmenning.fo/2019/06/16/tak-ordid-vid-taer/

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.