Tíðindi

Tað er ikki uppgávan hjá foreldrum at undirvísa

- Skúlin hevur undirvísingarskylduna, men ábyrgdin at tryggja, at næmingurin lýkur skyldurnar liggur hjá foreldrunum ella teimum, sum varða av barninum.

7. apríl 2021

Og júst tí hevur koronakreppan verið bæði ein marra og eitt vælsignilsi fyri foreldur at næmingum í fólkaskúlanum. Tað heldur Janus Vang, formaður í foreldrafelagnum Heim og Skúli.

Ein marra, sigur hann, tí kreppan hevur gjørt støðuna munandi verri hjá teimum familjum, sum eru illa fyri frammanundan. Eitt vælsignilsi, tí hon nettupp hevur varpað ljós á lýtini í skúlaverkinum og í teimum skipanum, sum settar hava verið í verk undir kreppuni.

Í Skúlablað nr 1 í ár er samrøða við Janus Vang um tíðina, tá ið skúlin læt aftur í fjør orsakað av koronu. Tá ið skúlarnir lótu aftur, tí myndugleikarnir óttaðust, at smittan fór at breiða seg í samfelagnum, varð undirvísingin flutt heim í stovurnar hjá føroysku familjunum. Loysnin gjørdist fjarundirvísing umvegis telduna.

Men ymiskt er, hvussu góð og nøktandi fjarundirvísingin hevur verið, sigur Janus Vang. Royndirnar eru ógvuliga ymiskar frá skúla til skúla og frá flokki til flokk. Tað veldst í stóran mun um, hvussu væl fyri foreldrini eru at stuðla børnunum í undirvísingini heima, sigur hann.

Hjá teimum, sum eru vælbjargað, vísti fjarundirvísingin seg at vera eitt frálíkt alternativ og ein góður møguleiki at halda sambandið við skúlan. Men hjá teimum, sum eru verri fyri - tað kann vera av sosialum orsøkum og einum manglandi netverki um familjuna, sum kann hjálpa og veita barninum hjálp og stuðul - var fjar- og heimaundirvísingin ikki eins nøktandi, vísa royndirnar.

Ein møgulig og natúrlig avleiðing av hesum kann vera, at teir næmingar, sum hava fakligar og sosialar avbjóðingar, detta burturímillum.

Tað var í hesum sambandi, at Felagið Heim og Skúli í yvirlýsing í fjør vár heitti á myndugleikarnar um at lata skúlarnar upp aftur sum skjótast, so teir næmingar, ið hava avbjóðingar, kunnu fáa neyðugu hjálpina, um so er, at foreldrini ella tey, sum varða av, ikki megna uppgávuna einsamøll.

Tað er ikki tí, at foreldur hava vent sær beinleiðis til Heim og Skúla, at avbjóðingarnar og leikluturin hjá foreldrunum er komin á breddan. Í veruleikanum hava bara fá foreldur vent sær til felagið, sigur formaðurin. Heldur er orsøkin, at felagið er mannað við umboðum fyri skúlastýrini, sum varða av ymsum skúlum í landinum. Á tann hátt hevur felagið alla tíðina fingurin á pulsinum og veit, hvat rørist innan skúlagátt, og hvørjar avbjóðingarnar eru, tá um skúlan ræður.

Janus Vang sigur, at tað er ógvuliga ymiskt, hvussu skúlarnir kring landið hava upplivað koronastøðuna og tær avbjóðingar, sum avleiddar eru av kreppuni. Tað veldst í stóran mun um, hvussu familjan og baklandið hjá einstaka næminginum er fyri. Avbjóðingin hevur tí í stóran mun snúð seg um at tryggja, at allir næmingar fáa nøktandi undirvísing - uttan mun til, hvussu umstøðurnar annars eru heima hjá barninum, sigur hann.  

Les alla greinina í Skúlablað nr 1, 2021


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.