Tíðindi

Týdningurin av at læra fremmandamál má ikki undirmetast

- At duga fleiri mál mennir og stimbrar kunnleikan og fatanina av máli sum eitt týdningarmikið samskiftisamboð og gevur næmingunum eina breiðari og hollari vitan á so mongum økjum, siga lærarar

28. mai 2020

Málsligur førleiki er lykilin, ið letur dyr upp út í heim. Málsligur kunnleiki er lykilin, ið ger tað møguligt at samskifta við onnur fólkasløg á øðrum tungumálum, ið milliónir kring allan heim tosa. Og málsligt innlit styrkir um fatan og kunnleika til menniskju og ymiskar mentanir í øðrum londum.

Tað er ein sannroynd, at fremmandamál, serliga týskt, hevur verið fyri stórari afturgongd seinastu árini, tí alsamt færri næmingar velja týskt sum lærugrein í framhaldsdeildini í fólkaskúlanum.

Astrið Breckmann, lærari í Skúlanum á Argjahamri, heldur, at talan er um eina málsliga vanlukku og eitt stórt afturstig.

- Vit, føroyingar, sum altíð hava reypað okkum av at duga so væl mál og so lætt hava flutt okkum tvørtur um mentanir og landamørk og knýtt vinnulig og handilslig sambond. Vit kunnu ikki vænta, at tann støðan fer at halda fram, um fremmandamálini verða við skerdan lut í skúlanum, sigur hon.

Hon fær stuðul frá starvsfelaga sínum í Eysturskúlanum. Miriam Nolsøe Johannesen heldur, at málsligur førleiki er so grundleggjandi og týdningarmikil, at neyðugt er at varðveita kravið um frálæru í týskum sum treyt fyri upptøku á miðnámi.

 - At duga fleiri mál mennir og stimbrar kunnleikan og fatanina av máli sum eitt týdningarmikið samskiftisamboð og gevur næmingunum eina breiðari og hollari vitan á so mongum økjum. Hartil er mállæran í føroyskum og týskum so nær skyld og næstan identisk. Tí kann undirvísing í týskum máli styrkja um førleikarnar hjá næmingunum á móðurmálinum, sum er føroyskt. Og tað kann bara vera ein fyrimunur, sigur Miriam Nolsøe Johannesen.

Í námsætlanini fyri lærugreinina týskt í 8.-10. flokk í framhaldsdeildini í fólkaskúlanum stendur millum annað soleiðis:

“Fremmandamál eru portur út í heim og gera okkum før fyri at koma í samband við onnur menniskju, lond og mentanir og at skilja, hvussu onnur búleikast og hugsa. Kunnleiki til fremmand mál og fremmandar mentanir vekur og fremur tolsemi. Samskifti og samvinna við evropeisku málsamfeløgini um samfelagslig, handilslig og mentanarlig viðurskifti eru sjálvsøgd hjá føroyingum. Tí hava vit eina sterka siðvenju í at duga fremmandamál.”

Miriam Nolsøe Johannesen heldur, at tað eru júst hesir førleikar og henda siðvenja, ið stendur fyri falli, um fremmandamál, eitt nú týskt, ikki verða raðfest nóg frammarlaga í føroyska fólkaskúlanum og á miðnámi.

Í vár hevur trýst verið lagt á landsstýrismannin í skúlamálum, Jenis av Rana, um at raðfesta týskt sum fremmandamál í fólkaskúla og miðnámi. Hann hevur nýliga boðað frá, at frá 2023 verður týskt kravd lærugrein fyri upptøku á hugbreytini á miðnámi. Tó verður týskt ikki kravt í sambandi við upptøku á búskapar- og/ella fyrireikingarbreytini á miðnámi.

Astrið Breckmann og Miriam Nolsøe Johannesen fegnast um, at landsstýrismaðurin eftir øllum at døma hevur lurtað og tikið atfinningarnar frá lærarum til eftirtektar og hevur hálsað um í málinum. Í øllum førum, tá ið talan er um upptøkukravið á hugbreytini á miðnámi, sum annars varð strikað.

- Tað er góð kensla at vita, at lærarar verða hoyrdir, og at landsstýrismaðurin lurtar eftir og tekur fakkunnleikan í álvara, siga Astrið Breckmann og Miriam Nolsøe Johannesen.

Les alla samrøðuna við Astrið Breckmann og Miriam Nolsøe Johannesen í Skúlablað nr 2, 2020

Mynd: Ólavur Frederiksen

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.