Tíðindasavn


05.11.2010 Stóran týdning at arbeiða fyribyrgjandi
Um 140 fólk vóru til SSP-kveikingardagin í dag
- Vit hava ofta sum politikarar lyndi til ikki at geva fyribyrgjandi arbeiðnum nóg stóran ans – helst tí, at vit her og nú ikki duga at síggja ein ítøkiligan ágóða ella úrslit av hesum arbeiði, segði Heðin Mortensen, formaður í Kommunusamskipan Føroya

 

Í dag skipaði SSP-samstarvið í Føroyum fyri kveikingardegi í Norðurlandahúsinum. Á skránni vóru fleiri fyrilestrar. Heðin Mortensen, formaður í Kommunusamskipan Føroya, setti dagin. Í setanarsamrøðu sínari vísti hann millum annað á, at kanningar úr Noregi vísa, at ungdómar, sum koma á vandakós tíðliga í lívinum, og sum av somu orsøk ikki fáa eitt vanligt tilknýti til samfelagið sum vaksin, kunnu gerast kriminell, misnýtarar ella bara arbeiðsleys. Hetta kostar samfelagnum milliónaupphæddir. Sambært norsku kanningunum er búskaparligi missurin hjá norska samfelagnum árliga 400 túsund kr. í miðal fyri hvønn persón, sum á ein ella annan hátt verður settur uttanfyri.
 
Hetta vísir okkum, at tað hevur stóran týdning at arbeiða fyribyrgjandi, eisini út frá einum búskaparligum sjónarmiði.
 
Vit hava ofta sum politikarar lyndi til ikki at geva fyribyrgjandi arbeiðnum nóg stóran ans – helst tí, at vit her og nú ikki duga at síggja ein ítøkiligan ágóða ella úrslit av hesum arbeiði. Henda gongd er tíbetur við at broytast, og vit gerast alsamt meira tilvitað um týdningin av fyribyrgjandi arbeiðinum, til dømis á heilsuøkinum, á eldraøkinum, og í hesum førum á økinum børn og ung. 
 
Sum rúmsátt vælferðarsamfelag er tað okkara uppgáva at fáa tey ungu til at verða ein partur felagsskapinum við teimum rættindum og ábyrgdum, hetta hevur við sær. Ikki minst skulu vit lofta og stuðla teimum, sum hava lyndi til at fella uttanfyri.
 
Okkara uppgáva sum samfelag er at vegleiða børn okkara til at velja góðar vanar og lívshættir. Hetta eiga vit fyrst og fremst at gera av sosialum og medmenniskaligum ávum, men sanniliga eisini av samfelagsligum og búskaparligum ávum.      
 
Børn eru okkara størst tilfeingið, og ein vælvirkandi ungdómur er treytin fyri, at vit í framtíðini eisini hava eitt gott og trygt samfelag at liva og virka í. 
 
Kommunurnar hava í dag ábyrgdina av stórum parti av barnaverndarøkinum, og útreiðslurnar til hetta øki tykjast vaksa skjótt. Helst er tað so, at vit í dag kenna sviðan av manglandi fyribyrgjandi arbeiðinum millum børn og ung.
 
Tað skal tí verða mín vón, at eitt gott samstarv millum okkum myndugleikar, ið varða av børnum og ungum, fer at bera í sær, at færri børn og ung enda í kriminaliteti og misnýtslu.
 
Sum formaður fyri Kommunusamskipan Føroya vil eg arbeiða fyri, at luturin hjá kommununum ikki skal liggja eftir. Kommunurnar hava umvegis Barnaverndarstovu Føroya sett pening av til at hýsa SSP-samstarvinum. Og samstarvssáttmálin millum Kommunufeløgini, Mentamálaráðið, Almannaráðið, Heilsumálaráðið og Politiið er vorðin endurskoðaður, og allir partar tykjast nú verða nøgdir við sáttmálan. 
 
Ætlanin er, at SSP-kveikingardagur verður afturvendandi fyrsta fríggjadag í november á hvørjum ári.
 
 
 
 
   Stóran týdning at arbeiða fyribyrgjandi Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.