Tíðindi

Tíðin búgvin at endurnýggja og umskipa KT-virksemið í skúlaverkinum

Síðsta fríggjadag var nýggj heildarætlan fyri KT-umsitingina í undirvísingarverkinum løgd fram og handað landsstýrismanninum við uttanríkis- og mentamálum, Jenisi av Rana, í Norðurlandahúsinum

11. september 2020

Heildarætlanin fevnir um hesi bæði høvuðsátøk:

Fyrra høvuðsátakið er eitt trygt skúlanet, ið svarar til tað, sum Landsnet er fyri landsstovnarnar. Skúlanetið er ein KT felagskapur millum Undirvísingarstýrið, Nám, kommunurnar, fólkaskúlan, miðnám og Setrið og KT-landsins. Størsti parturin av uppgávunum verða útveittar til føroysku KT-vinnuna.

Seinna høvuðsátakið er at menna eina framkomna og trygga lestrarfyrisitingarskipan, ið er felags fyri fólkaskúla, miðnám og fróðskaparsetur. Verandi KT-skipanir eru fongdar við álvarsligum trygdarveikleikum, sum bæði Landsgrannskoðan og Dátueftirlit hava víst á.

- Nú er tíðin búgvin at seta sjóneykuna á undirvísingarverkið, ið tørvar eina grundleggjandi endurnýggjan og umskipan av KT-virkseminum, siga fyrireikararnir.

Í samandráttinum í heildarætlanini verður sagt, at forkanningar hava staðfest, at eingin av verandi KT-skipanum lýkur krøvini til KT-trygd og verju av viðkvomum persónsupplýsingum. Fleiri KT-skipanir krevja longu nú dagføringar, sum hvør sær eru kostnaðarmiklar. Landsgrannskoðarin og Dataeftirlitið hava víst á álvarsligar trygdarveikleikar í verandi skipanum. Skúlaleiðslur, myndugleikar og politiska skipanin fáa ikki álítandi hagtøl, ið eru ein fyritreyt fyri umsiting, planlegging og menning.

Staðfest er ein víðfevnd dupultskráseting og manuell deiling av upplýsingum, sum elva til feilir í málsviðgerð og høpisleyst orkuspill hjá myndugleikum, lærarum, næmingum og foreldrum.

Eitt stórt óbrúkt potentiali liggur í at skipa KT-virksemið í felag, har vit tvørtur um stovnsmørk gagnnýta teir góðu KT-førleikarnar og dyggu royndirnar, sum longu eru í undirvísingargeiranum til menning, rakstur og support.

Í Føroyum eru vit í heimsflokki at brúka KT í almenna geiranum. Almennir stovnar hava saman við føroysku KT vinnuni ment tryggar og vælvirkandi KT-skipanir fyri borgaran.

Dømi eru Skattaskipanin, Búskaparskipan Landsins, Talgilda heilsuskipanini, Útgjaldskipanin í almannaverkinum og Talgildi Samleikan, sum nú verður settur í verk.

Tíðin er nú búgvin til at seta sjóneykuna á undirvísingarverkið, sum tørvar eina grundleggjandi endurnýggjan og umskipan av KT virkseminum, sum er lýst í hesi heildarætlan.

Tað er Uttanríkis- og mentamálaráðið saman við Undirvísingarstýrinum og Nám, ið hevur staðið fyri fyrireikandi arbeiðinum.

Týdningarmestu fyritreytirnar, nú at fara undir Heildarætlanina 2021-2024, eru:

* at seta á stovn eina verkætlanarskipaða strategiska KT eind í UVS, sum stendur á odda fyri at samskipa, menna og seta í verk átøkini í hesi heildarætlan.
* at útvega ein løgujáttan upp á 41,5 mió. kr., sum er góðar 10 mió kr. árliga komandi 4 árini.

Arbeiðið verður gjørt í tøttum samstarvi við KT landsins og Talgildu Føroyar, har undirvísingarverkið kann gagnnýta førleikar og tær vælvirkandi og framkomnu loysnir, sum eru mentar. Hettar sparir tíð, orku, pening og minkar um teir vælkendu váðar, sum eru í so fjøðltáttaðum verkætlanum.

Málið er at Skúlanetið og nýggja lestrarfyrisitingarliga KT-skipanin er sett í verk í øllum undirvísingar- verkinum í 2024 og at rakstur, viðlíkahald og víðarimenning frá 2025, verða fíggjað innan verandi játtan.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.