Leys størv

Tíðaravmarkað starv sum fyrstilærari í Sumbiar skúla

Uttanríkis- og mentamálaráðið sóknast eftir leiðara, ið hevur áhuga fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og hegni at átaka sær eitt tíðaravmarkað leiðslustarv í fólkaskúlanum.

Vegna barnsburðarfarloyvi verður søkt eftir leiðara í tíðaravmarkað starv í Sumbiar skúla frá 1. desembur 2021 til fyrst í mars 2023.

Í skúlanum eru 35 næmingar í 1. – 7. flokki, og tríggir lærarar starvast í skúlanum.

Um starvið

Fyrstilærarin hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans. Hann skal virka fyri, at næmingar og lærarar trívast, skal fremja góðar arbeiðsumstøður og gott samstarv millum skúla og heim og virka fyri, at næmingarnir fáa Harumframt skal fyrstilærarin vera førur fyri at skipa eina mennandi starvsfólkaleiðslu, skapa umstøður hjá tí einstaka fyri samábyrgd og ávirkan og tryggja, at lærarar skúlans hava umstøður fyri fakligari menning.

Førleikakrøv

• Umsøkjarar skulu hava útbúgving sum fólkaskúlalærari og starvsroyndir í fólkaskúlanum

• Leiðsluroyndir og skeið innan leiðslu eru ein fyrimunur

Setanarviðurskifti

Setanarøkið er undir Uttanríkis- og mentamálaráðnum við fyribils tænastu í Sumbiar skúla. Starvið er flokkað í lønarflokki 31.3 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir

Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.V. og møguligum viðmælum skal verða Uttanríkis- og mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 18. novembur 2021.

Umsóknin verður stílað til:

Uttanríkis- og mentamálaráðið Tinghúsvegur 5-7
Postrúm 3279
110 Tórshavn

ella við t-posti: ummr@ummr.fo

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, tlf. 555044.

Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita uttanríkismál, undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur m.a. viðvíkjandi, kirkju, loftmiðlum og øðrum frítíðarvirksemi.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.