Leys størv
Vegna barnsburðarfarloyvi søkja vit eftir lærara í tíðaravmarkað starv í Sankta Frans skúla frá 03.01.2023 – 10.02.2023, møguliga longt til juni 2023.
Talan er um parttíðar starv við setanarbrotið á 0,85
Undirvísingartímarnir eru hesir:
* tvílærari í 1. flokki
* ítrótt í 1.flokki
* hondarbeiði í 3.flokki
* heimstaðarlæra í 3.flokki
* serøki
Søkt verður eftir lærara, sum:
* undir ábyrgd leiðslunnar, og í samstarvi við lærarar skúlans, skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
* leggja dent á fakliga og námsfrøðiliga menning
* duga at samstarva og eru fyrikomandi
* eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum
Førleikakrøv:
Læraraútbúgving
Lønar- og setanartreytir:
Størvini verða lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Umsóknir:
Umsóknir, við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum, skulu verða skúlastjóranum, Aslaug Olsen, í hendi á telduposti aslaug.olsen@skulin.fo í seinasta lagi mánadagin 20.desember 2022 kl. 12.00.
Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til Aslaug Olsen, skúlastjóra, 282536 ella Ester Poulsen, varaskúlastjóra á tlf. 519530
____________________________________________________________________
Í Sankta Frans skúla eru 382 næmingar í forskúla til 7. flokk. Í skúlanum starvast 28 lærarar. Skúlin hevur ein lærarahóp, ið fakliga røkkur víða, og arbeitt verður alsamt við at menna skúlan
Skúlablaðið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 23 57 73
Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.