Tíðindi

Tá vit fata happing sum sosial mynstur, hvørji ráð eru so til at taka?

Jóhannes Miðskarð, lærari, cand. ped. í námsfrøðilgari sálarfrøði og PhD, skrivar

26. juni 2020

Seinastu árini eru granskarar, lærarar og námsfrøðingar komnir fram til, at tað er gevandi at fata happing soleiðis, at tað ikki er eitt barn ella einstøk børn, sum er/eru happarin/happarar, og onnur børn eru ofrini, men at happing í staðin fer fram sum negativ sosial mynstur.

Danska eXbus-granskingareindin við Danmarks Pædagogiske Universitetsskole á Aarhus Universiteti hevur síðani ment ein framferðarhátt, har lærarar, námsfrøðingar og onnur varðveita sítt fokus á negativu sosialu mynstrini, tá happing fer fram, og so skulu tey duga at vera við til at førka hesi negativu sosialu mynstrini t.d. í einum skúlaflokki. Grundsjónarmiðið hjá hesari eXbus-granskingareindini er tað, ið vit á einum fíni máli nevna sosialkonstruktiónisma. Ein av grundkeldunum til sosialkonstruktiónismuna er Michael Foucault.  

Nógv, sum arbeiða í námsfrøðiligum samanhangi, hava lagt til merkis, at við at fata happing út frá hesum sjónarmiði, hava tey fingið eitt gott amboð til at førka tey negativu sosialu mynstrini, ið elva til happing.

Eitt øðrvísi grundsjónarmið enn tað hjá eXbus kemur til sjóndar í sosialu útgávuni av eksistentiellu fenomeonologiini, har Hannah Arendt er ein av høvuðskeldunum. Á sama hátt sum eXbus-granskingareindin strembar hetta sosiala eksistentiella fenomenologiska sjónarmiðið eftir at halda fokus á at fata happing sum negativ sosial mynstur – men tá tað snýr seg um, hvørji ráð eru til at taka, er grundsjónarmiðið hjá Arendt øðrvísi. Tá happing hevur tikið seg upp sum eitt sosialt mynstur, ræður um at fáa tað einstaka barnið at hugsa seg um; at grunda yvir, um tað sum einstaklingur vil vera við til halda hetta negativa sosiala mynstrið gangandi.  

Hannah Arendt segði, at slík negativ sosial mynstur hava tikið seg upp mangar ferðir í nógvum kontekstum í tíðini aftan á upplýsingartíðina. Eitt dømi er, at mest sum alt Týskland fór inn í eitt felags nationalt negativt sosialt mynstur, ið stoytti jødarnar út úr samfelagnum. Heilt vanligir og ábyrgdarfullir týskir borgarar dugdu ikki at traðka eitt fet aftur og hugsa um, hvørji sosial mynstur, tey vóru blivin ein partur av. Tann einstaki dugdi ikki at hugsa seg um sum einstaklingur.

Eg taki undir við eXbus-arbeiðsháttinum, at tað er gevandi at fata happing sum negativ sosial mynstur, men eg havi ta sannføring, at vit kunnu best bróta negativ sosial mynstur við at fáa einstaklingin at hugsa seg um.

Ella í litum: vit skulu broyta ein felags gráan lit, ið negativa sosiala mynstrið hevur lagt á “veruleikan”. Vegurin at broyta gráa litin er, at tá tann einstaki hugsar seg um, fer hann/hon at finna útav, at eins og hann/hon sær veruleikan í einum ávísum liti, so sær ein annar veruleikan í einum øðrum liti. Og við at læna innlit frá, hvussu onnur fata eitt sosialt fyribrigdi, megnar hann/hon sjálv/ur at hugsa við fleiri litum.  

Um vit aftur fara til happing, er vegurin at broyta negativu sosialu mynstrini ikki bert at arbeiða við felagsskapinum, men eisini at fáa einstaklingin at grunda yvir, hvat hendir í felagsskapinum.

Dømi: Eg kenni eitt lítið barn, ið vanliga heldur ógvuliga nógv av mær -  ja, tað sær enntá upp til mín. Ein dagin tá eg sópaði steinar í túninum, byrja nøkur børn at sparka steinarnar inn aftur í túnið. Í byrjanini er tað stuttligt, og eg flenni saman við børnunum. Eg biði børnini at gevast við hesum, men so við og við gerst tað ein sannur sportur millum børnini, at tey saman klára at halda gongd í hesum soleiðis, at eg ikki fái bilbukt við at rudda túnið fyri steinar. Hetta barnið kemur framvið og sær, hvussu hini børnini stuttleikaðu sær við at sparka steinar innaftur. Barnið, sum vanliga sær upp til mín og kennir meg væl, velur eftir eina stutta tíð at fara upp í spælið. Men eg eri vísur í, at um hetta barnið kom fram við einsamalt, ímeðan eg sópaði steinarnar burtur, hevði barnið heldur heilsað upp á meg enn at sparka steinarnar inn aftur í túnið - hóast tað fyrr um dagin hevði sæð onnur børn sparkað steinar inn aftur í túnið, og at tey høvdu tað stuttligt.

Arendt sigur, at vit kunnu fáa okkum menniskju at hugsa okkum um, tá vit eru fangað í negativum sosialum mynstrum við at fata, at ein felagsskapur er settur saman av einstøkum menniskjum, ið øll síggja sínar litir. Vit skulu gleðast um, at øll menniskju síggja sínar litir, og at vit kunnu læna innlit frá hvør øðrum!

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.