Tíðindi

Sárbar børn eru í trífalt so stórum vanda at verða kynsliga misnýtt

Serliga børn við ADHD, autismu og sálarligum menningartarni eru í vanda.

27.11.2020

Árini 2001 til 2012 vóru 8039 skúlanæmingar í Danmark fyri kynsligari brotsgerð, sum varð meldað til løgregluna. Nú hava danskir granskarar fingið atgongd til tær 8039 frágreiðingarnar, sum eru skrivaðar um hesi málini; teir hava varnast ein stóran meiriluta av børnum, sum hava sálarligt menningartarn, ADHD, autismu og heilaskaða. Tey eru í trífalt so stórum vanda at vera fyri kynsligum ágangi, samanborið við børn, sum ikki koma undir hetta.

– Hetta er veruliga ein sera týdningarmikil og stórbær kanning. Eg haldi, at tað er ræðandi at síggja hesi tølini, sigur Anne Thorup, sum er professari við Københavns Universitet og barna- og ungdómspsykiatari í Region Hovedstadens Psykiatri.

Nýggja kanningin er komin fram til hesar niðurstøður, tá ið talan er um kynsligan ágang millum børn:

27 prosent høvdu autismu
30,8 prosent høvdu ADHD
24,7 prosent vóru sálarliga menningartarnað
8,1 prosent høvdu heilaskaða.

Fleiri av børnunum høvdu fleiri diagnosur ella eyðkenni.

– Tá ið tosað verður um børn við autismu og ADHD, so hugsa vit mangan um trupulleikar í gerandisdegnum og varpa ljós á, at teimum tørvar hjálp í skúlanum. Vit hava lyndi til at gloyma, at tey eru meiri sárbar og í størri vanda fyri ágangi, og at valdsgerðir verða framdar ímóti teimum, sigur Thorup.

Granskararnir sóu eisini eina sosiala slagsíðu, tá ið talan er um børn, sum verða misnýtt. Børn úr fátækum familjum eru í størri vanda. Til dømis eru fleiri enn ein triðingur av ofrunum úr familjum, har rúsdrekka- og rúsevnismisnýtsla er.

– Í familjum, sum eru illa fyri so ella so, eru eisini fleiri, sum hava avbjóðingar so sum  sálarligt menningartarn, ADHD, autismu og heilaskaða, sigur Mogens Christoffersen, granskari.

Hann hevur staðið fyri nýggju kanningini, sum er almannakunngjørd í tíðarritinum Journal of Interpersonal Violence.

Christoffersen heldur, at diagnosan hjá børnunum gera tey uppaftur meiri sárbar.

– Tey hava trupulleikar við at siga frá. Teimum vantar mangan fólk rundan um seg, sum verjir tey. Tey hava ilt við at síggja vandatekn og at skilja, tá ið okkurt er skeivt. Tey hava mangan lægri sjálvsálit og stóla minni upp á seg sjálv, sigur hann.

Anne Thorup er samd.

– Børn við viðføddum breki ella avbjóðingum eru lættari offtur. Tey hava kanska eisini meiri at missa, um tey melda tann, sum fremur ágang ímóti teimum, sigur hon.

Børnini, sum hava tikið lut í kanningini, eru fødd í tíðarskeiðnum 1984 til 1994 og vóru í aldrinum 7 til 18 ár. Kanningin fylgdi 679.683 børnum, og av hesum vórðu 8039 børn fyri kynsligum ágangi, sum var meldaður. Tað er 1,2 prosent. Tá ið niðurstøðan á kanningini er, at sárbar børn er í trífaldum vanda at vera fyri kynsligum ágangi, er tað tí, at hesi vandin á 1,2 prosent er trífaldaður. Hagtølini leggja ikki upp fyri ágangi, sum ikki er meldaður.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.