Tíðindi

Summar- og próvtøkutíð

Annarleiðis skúlavirksemi í grunddeildum og próvtøkur í hádeildini kring landið merkja sanniliga juni mánað. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

5. juni 2018

Lærarayrkið er tíbetur eitt starv, sum bæði er bundið at siðvenjum og gerandisdegi, men so sanniliga eisini av fráviki og tíðarskeiðum, sum púrasta bróta burtur frá vanliga skúladegnum. Hetta er gagnligt fyri lærarar og næmingar.

Júst hetta ger okkara starv so spennandi og tykist ongantíð at standa í stað. Gaman í nýta vit helst á leið tær somu undirvísingargongdir – um tær eydnaðust væl – og somu evnisdagar, men næmingar eru hvørt ár ymiskir, og hetta ger, at núverandi skúlavirksemi ongantíð er heilt líkt undanfarnum virksemi.

Próvtøkumannagongdir

Ein góð siðvenja í mun til munnligar próvtøkur er, at próvdómarar fáa neyðuga og viðkomandi tilfarið sendandi í góðari tíð undan einari próvtøku. Ábyrgdin hesum viðvíkjandi hevur leiðsla og lærari, ið skal føra sín flokk upp í próvtøku, og leiðslan á skúlanum.

Leiðslur eiga at minna lærarar á galdandi mannagongdir. Akkersfólk hjá nýútbúnu lærarunum hava eisini ein týðandi leiklut.

Tíverri hendir tað ov ofta, at próvdómarar fáa tilfar o.a. alt ov seint, og tískil hava hesir ikki nóg góðar umstøður at verða fyrireikaðir á hóskandi hátt. Umframt henda vandan kann hetta skapa eitt keðiligt huglag millum lærara og próvdómara, og í versta føri kann tað ganga út yvir próvtøkuna hjá einstaka næminginum.

Vit eiga øll at lyfta í felag og gera eitt dygdargott, professionelt undanarbeiði soleiðis, at vit merkja, at allar mannagongdir verða fylgdar.

“Skemafríar” vikur

Vit, sum hava gingið í Venjingarskúlanum í 80´- og 90´árunum, minnast flest øll við gleði aftur á sokallaðu skemafríu vikurnar á hvørjum ári í juni. Tímatalvan varð niðurløgd seinastu vikurnar, og vit upplivdu mangt og hvat bæði innanveggja við evnisarbeiði og uttan fyri skúlan við vitjanum, útferðum og seturskúlum.

Nú veit eg, hvussu nógv hetta hevur kravt av lærarunum, og hvussu nógv hesir hava lagt í hetta arbeiðið við nógvari fyrireikingartíð og sera nógvum samstarvi.

Flestu grunddeildirnar leggja møguliga ikki tímatalvurnar fullkomiliga í dvala hesar síðstu vikur, men upplagt er at nýta flestu dagarnar í juni eitt sindur annarleiðis, har vit brúka náttúruna og møguleikarnar serliga uttanveggja í góða veðrinum við evnisdøgum, ítróttadøgum, vitjanum, gongutúrum og útferðum.

Leiðslur eiga at vísa stórsinni fyri eldhugaðum lærarum, ið ynskja at gera ymiskt annarleiðis, og tá oftani hava tørv á lærarahjálp úr øðrum deildum. Somuleiðis eiga lærarar ikki at fara í smálutir í hvørjari støðu, har hesin má taka eitt tak, sum fer eitt lítið vet út yvir sína tímatalvu og virksemisætlan. Mørk mugu, treyðugt so, vera fyri, hvussu stórsinnaðir lærarar “eiga” at virka.

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.