Bloggur

Summar fyrr og nú

Ragnhild Olsen, læraralesandi á triðja ári á Námsvísindadeildini, bloggar

13. august 2019

So er summarfrítíðin um at vera av á hesum sinni. Barnagarðsklæðini skulu finnast fram aftur, skúlataskurnar pakkast, og gerandisdagurin byrjar aftur. Tað er eitt sindur sorgblítt, men tað verður eisini fínasta slag at fáa “vanliga” gerandisdagin aftur.

Eg havi altíð hildið tað verið nakað serligt at byrja í skúlanum aftur eftir at hava havt summarfrí. Eitt sindur somu kenslu, sum eg havi við nýggjárinum. Onkursvegna liggja alskyns møguleikar í nýggja skúlaárinum, sum er fyri framman. Nógv munnu geva lyftir um, hvat tey ætla í hesum skúlaárinum, sum t.d. at “nú fari eg í 9. flokk, so eg má gera nógv við skúlan, fyri at sleppa inn á Glasir”, ella okkurt heilt annað, og spennandi er, hvørjar lærarar man fer at hava. Og man skal venja seg við, at nú gongur man í einum hægri flokki, júst sum at man á nýggjárinum skal venja seg við nýggja árstalið. Munnu børn í dag ikki kenna á sama hátt?

Men eitt havi eg hugsað nógv um, sum eg haldi er nógv øðrvísi fyri børn í dag er, og tað er, hvussu summarfrítíðin verður nýtt. Sum barn var eg og ferðaðist hvørt summar. Vit plagdu at fara at vitja familju aðrastaðni í Føroyum og búðu inni hjá teimum. Ofta var eg fyrst einsamøll í nakrar dagar, og so komu mamma og babba. Systkinabørnini hjá mær plagdu eisini at koma har at ferðast við sínum foreldrum, og vit búðu øll inni hjá familjuni, sum búði har í bygdini. Eg havi so nógv góð minnir um hesar feriur. Gamaní, tað var eitt sindur trongt viðhvørt, men sum tað var hugnaligt. At ferðast uttanlands var ikki so vanligt hjá okkum, men eg minnist onkran, sum plagdi at gera tað. Eg minnist tó ikki nakað til, at man á nakran hátt var øðrvísi, tí vit bara ferðaðust í Føroyum. Kanska heldur hinvegin, at tey sum ferðaðust uttanlands vóru øðrvísi, tí tað var meira óvanligt. Og júst hesin máti at ferðast uppá, at búgva inni hjá familju, er nokk orsøkin til, at vit høvdu ráð at ferðast hvørt summar.

Í dag er helst óhugsandi, at man fer at búgva hjá familju í fleiri dagar, tað munnu vera tey fæstu, ið gera tað. Men hetta hevur eisini við sær, at tað er ein sera stórur fíggjarligur postur at fáa summarferiu, tí at fara at ferðast, ein heil familja, kostar nógv. Uttan at blanda meg í kjakið um ferðafólk, so fellir mær fyri bróstið, at tað nú eisini er blivið so kostnaðarmikið at ferðast í egnum landi. At leiga summarhús í Føroyum er nú blivið sera dýrt, og nógvar familjur hava als ikki ráð til tað. Onkursvegna hevði eg viljað, at vit á onkrum økjum kundu skrúvað tíðina aftur, so at vit, eins og fyrr, ferðaðust hjá familju, at tað ikki var so umráðandi at fara uttanlands hvørt ár, og at prísirnir á summarhúsum í Føroyum ikki vóru ásettir eftir restini av heiminum. Eg hugsi bara, at so høvdu vit kanska dugað betur at notið summarfrítíðina, og bara hildið frí. Og øll høvdu havt ráð til at ferðast, samstundis sum tað hevði verið gott fyri umhvørvið.

 

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.