Tíðindi

Størsta týdning, at tað verður lisið dagliga

Jú skjótari ein bók verður lisin, jú betri er hon. Lesarin fær ikki livað seg inn í søguna, um tað gongur ov long tíð ímillum, at lisið verður. Tað sigur Elin Olsen, lærari og bókavørður í Skúlanum á Argjahamri

21.12.2021

Hvønn týdning hevur skúlabókasavnið fyri lesivanar?

Skúlabókasavnið hevur stóran týdning. Har er altíð opið í skúlatíð. Allir næmingar duga at læna, so tað er lagt upp til, at tey skulu hava bestu umstøður. T.d. verður bókasavnið nógv brúkt, tá næmingar eru lidnir við ávísa uppgávu og hava høvi at velja, hvat tey skulu gera; tá er bókasavnið ofta eitt val. 18 tímar um vikuna er skúlabókavørður á staðnum, sum kann vegleiða næmingarnar. Men tey læra skjótt at finna tað, ið hevur teirra áhuga. Um tað eru næmingar, ið hava trupult at lesa, spyr lærarin ofta fyri tey, men tey læra skjótt at spyrja, og vit kenna tey aftur, tí skúlin er ikki so stórur.

Spennandi framsýningar við viðkomandi tilfari vekja áhugan. Lærarin skal taka tíð av vanligu tímatalvuni til lesiløtur, og at vit hava lesivikur, so tey kunnu verða fangað av tí tey lesa.

Hvussu eigur skúlabókasavnið at verða brúkt?

Fyri summi er skúlabókasavnið eitt hugnaligt stað, har tey slappa av, spæla borðspøl og práta. Tað er í lagi, men okkara ynski er sjálvandi, at allir næmingar lesa nógv og velja bókina afturat spølunum. Men bókasavnið verður eisini nýtt av pørtum av flokkinum, serliga í samband við flekstímatalvu og bólkaarbeiði. Tað verður eisini nógv brúkt í sambandi við uppgávuskriving av ymiskum slag og í ymiskum lærugreinum, tí her er nógv ymist tilfar at velja í.

Ta síðstu tíðina hava vit havt framsýningar av ymiskum næmingaarbeiði. Hetta skuldi gjørt tað meira heimligt og givið íblástur at halda fram. Næmingaframsýningar gera eisini, at tey steðga á og skifta orð um ymiskt. Nógvir av eldru næmingunum eru á bókasavninum í fríkorterunum, so tey koma ikki altíð inn, tí tey skulu læna bøkur, men meira fyri at hugna sær og slappa av. Kanska tey so taka eina bók við sær.

Hvussu heldur tú karmarnir og umstøðurnar hjá skúlabókavørðum eru at miðla bøkur, menna lesivenjing og so framvegis?

Karmarnir á ymsu skúlunum eru ójavnir, men hjá okkum eru góðar umstøður. Tað, sum viðhvørt kann tykjast torført, er, at lærarar og næmingar hava so nógv annað, ið tey skulu náa, og so manglar tíð til frílesing. Serliga knípir tíðin í donskum, har grundbøkurnar krevja nógv, og tímarnir eru fáir. Vit royna at sýna fram góð bókaummæli og annað, ið vit meta kann økja um forvitnið. Í løtuni arbeiða vit fyri at fáa ein nýggjan kunningarskerm, ið kemur at síggjast betri. Har fáa vit høvi at vísa á nýggjar bøkur, at fáa næmingar at ummæla bøkur, ið teimum dámar, og fáa lýst evni, tá talan er um yrkisbøkur.

Komandi skúlaár er ætlanin at fara í holt við at skipa lesiringar. Í fyrsta umfari er talan um næmingar í 6. og 8. flokki, sum sleppa at velja, um tey vilja vera við.

Í hvønn mun heldur tú, at skúlabókavørðurin kann vera lesikveikjari?

Tað, sum ivaleyst hevur størstan týdning fyri lesivanar, er, hvussu lesing verður raðfest heima. Síðani koma lærararnir og  skúlabókavørðurin. Um heim og skúli ganga hond í hond, eru bestu fortreytir fyri lesihugi.

Umframt átøk og framsýningar skal skúlabókavørðurin hava gott samstarv við lærararnar í mállærugreinunum. Í samstarvinum eru nógvir møguleikar fyri at kveikja lesiáhugan. T.d. at bjóða flokkinum øllum, ella í bólkum, at vitja til upplestur og kunning. 

Vit hava trý lesiátøk um árið; tær vikurnar síggja vit, í hvussu er, at áhugin fyri lesingini økist. Vit hava eitt skriviskeið, sum er ein tími um dagin í tríggjar dagar, eina lesiviku í føgrum bókmentum, har vit lesa ein tíma um dagin, og eina viku í yrkisbókum, har vit eisini lesa ein tíma um dagin í eina viku. Skriviskeiðið er við til at kveikja lesihugan, halda vit. Vit hava skipað tað ymiskt, t.d. "Skrivigleði 2020" var skipað sum teknisøgukapping fyri yngstu deild, yrkingakapping í miðdeild og stuttsøgukapping í hádeild. Í lesivikunum hava vit viðhvørt havt uppgávur, t.d. digitalar bókalýsingar, myndarøðir og onnur ummæli. Okkurt árið hava vit bara havt upplestur og viðhvørt bara frílestur.

Vit halda tað vera týdningarmikið at fylgja við, hvat er aktuelt. T.d. seta vit bøkur fram, sum eru í barnaútvarpi ella evni, sum eru aktuell í samfelagnum.

Vit hava eitt undrunarskáp, har vit seta fram viðkomandi evni. Í ár hava vit valt at lýsa ymiskar altjóða dagar. T.d hava vit nú Altjóða umhvørvisdag, sum er 5. juni, har evnið verður lýst við bókum og ítøkiligum lutum. Fyrr hava vit t.d.havt evnið "Bygdir í Føroyum," har vit hava brúkt føroyakortið, sum er fest á gólvið, og tey hava fingið hóskandi uppgávur at loysa. Hvønn mánað var drigið um ein vinning, sum varð handaður í eini felagsløtu eina ferð um mánaðin. Vegna koronu hevur henda løta ikki verið í ár.

Skúlabókavørðurin eigur at fylgja við, hvat er uppi í tíðini, og hvørjum næmingarnir hava áhuga fyri og seta aktuelt tilfar fram.

Hvønn týdning hevur frílesing fyri lesivanar?

Ein bók, sum næmingurin sjálvur hevur valt, er ofta tann, ið hann heldur vera spennandi. Ein bók, ið fangar lesaran, heldur honum fast í at lesa fleiri bøkur og fáa fleiri góð lesiupplivilsi.

Frílesingin skuldi verið stuttlig, fangandi og givið næmingum gott orðafeingi og eggjað til forvitni og meira lestur. Skuldi gjørt tey vísari, lært tey at skilja onnur betur og givið teimum holla vitan um mangt og hvat.

Hvussu arbeiða lærarar best og skipað við frílesing?

Tað, sum hevur størstan týdning, er, at tað verður lisið dagliga. Tað nyttar ikki at hava fleiri dagar ímillum, tí tá fer áhugin. Jú skjótari ein bók verður lisin, jú betri er hon, Lesarin fær ikki livað seg inn í søguna, um tað gongur ov long tíð ímillum, at lisið verður. Ein bók verður oftast betri, og lesarin fær meira burturúr, um tosað verður við onnur um hana. Tí er ofta gott við par- ella bólkalesing, har sama bók verður lisin.

Onkur lærari hevur skipað tað so, at tey skiftast at lesa føroyskar, danskar og enskar bøkur, soleiðis at tey ikki hava tríggjar ymiskar í senn, og tí verða liðug skjótari. Vit bitu merki í, at júst tann flokkurin var tann, ið las mest tá.

Hvat heldur tú eigur at verða gjørt, soleiðis at næmingar lesa meiri?

Tey skulu lesa regluliga, bæði í skúla og heima, fyri at lesingin skal ganga væl. Fyri yngru flokkarnar er ofta lættast, at vit gera lesikassar, sum tey taka við í flokkin, tí ofta er trupult hjá teimum yngstu, um úrvalið er ov stórt. Skipanin við litum, sum í krabbabókunum, ger tað lætt hjá teimum yngstu at finna útav, hvat er hóskandi til teirra.

Ein av umráðandi uppgávunum hjá skúlabókavørðunum er at finna góðar bøkur, ið hóska til upplestur í ymisku flokkunum. Tá ið vit síggja eina bók, sum vit halda vera góða, vísa vit ofta okkara starvsfeløgum á hana. At lesa nógvar, góðar bøkur upp í flokkunum, haldi eg ger tey forvitin at lesa meira. Tey verða fangað av góðu søguni. Hetta er galdandi fyri allar árgangir, eisini teimum elstu dámar væl upplestur.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.