Tíðindi

Størri frælsi, størri tørvur á ráðgeving

Fríari teymar leiðslurnar hava, størri tørv hava tær á tøttum sambandi við evsta skúlamyndugleikan. Tað sigur Jóhan M. Stenberg, formaður í Skúlaleiðarafelagnum.

18.01.2024

Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur evstu ábyrgdina á øllum skúlaøkinum í landinum, og Undirvísingarstýrið, sum formliga varð sett á stovn í 2018, umsitur hesa ábyrgdina fyri ráðið. Tað var tá mett at vera ein sera stórur bati samanborið við viðurskiftini, soleiðis sum tey vóru frammanundan.

- Tá ið Undirvísingarstýrið varð sett á stovn fyri seks árum síðan, sá eg fyri mær, at høvuðsuppgávan hjá stýrinum fór at vera at hjálpa skúlunum og eisini leiðslunum við øllum teimum málum, sum nú einaferð kunnu vera í einum skúla, tað vil siga, at stovnurin var meiri ein hjálparstovnur enn ein eftirlitsstovnur. Soleiðis hevur tað ikki verið. Royndirnar higartil hava verið, at Undirvísingarstýrið í størri mun hevur verið ein eftirlitsstovnur og í ov lítlan mun ein hjálparstovnur. Eg síggi tó, at tey nýliga hava lagt á annan bógv og flyta seg meiri frá eftirliti til álit. Stýrið gevur skúlunum størri rásarúm, júst soleiðis sum skúlarnir hava ynskt. Undirvísingarstýrið vil hava skúlarnar at brúka leiðslurúmið til fulnar, tað leggur størri ábyrgd á skúlarnar og hevur álit á, at skúlarnir loysa uppgávurnar væl. Tá ið tað er sagt, so nyttar lítið hjá Undirvísingarstýrinum at siga við skúlastjórarnar, at tey hava álit á stjórunum, at teir gera tað, teir skulu, um teir ikki fáa orkuna til at megna tað. Meiri álit tú vísir skúlunum, meiri krevur tað av Undirvísingarstýrinum at vera skúlunum til hjálpar, og eina nógv greiðari hjálparskipan, tá ið talan er um supervisjón, ráðgeving í øllum viðurskiftum.

Tá ið evsti skúlamyndugleikin áleggur og eggjar skúlunum at brúka leiðslurúmið, broytist leiðslan í skúlunum, tá ið talan er um nógv viðurskifti, ásannar Jóhan M. Stenberg.

- Hevur leiðslan í skúlanum stórt frælsi og rásarúm at leiða skúlan og gera tær raðfestingar, sum hon metir eru góðar fyri skúlan á staðnum, so verða tær stóru týðandi avgerðirnar tiknar í leiðsluni og ikki hjá evsta skúlamyndugleikanum. Tá broytist støðan hjá leiðsluni, og gloppið millum leiðslu og starvsfólkahóp kann sannlíkt vaksa. Tað er munandi lættari at boða starvsfólkunum frá eini avgerð, sum evsti skúlamyndugleikin í landinum hevur tikið, samanborið við eini avgerð, sum leiðslan á staðnum hevur tikið. Eigur evsti skúlamyndugleikin í landinum avgerðina, kann leiðslan á staðnum framvegis vera partur av starvsfólkahópinum. Tað er eingin ivi um, at tað krevur eina sterka, týðiliga og støðuga leiðslu, tá ið leiðslan hevur stórt frælsi og stóra ábyrgd, men tað krevur samstundis eisini, at Undirvísingarstýrið í nógv størri mun er til reiðar at veita supervisjón, ráðgeving og hjálp, tí annars verður leiðslan alt ov einsamøll, og so er hugsandi, at vit fara at síggja sama rák sum sæst uttanlands, nevniliga at leiðslurnar støðast illa. Fríari teymar leiðslurnar hava, størri tørvur er á tøttum sambandi millum leiðslu og evsta skúlamyndugleika við ráðgeving. Leiðslurnar hava eftirlýst størri frælsi at raðfesta. Tað er bara ein sannroynd, at tað er ringt at raðfesta, tá ið karmarnir eru so trongir, sum teir eru, tí so er bara talan um størri frælsi at niðurraðfesta. Men tað er avgjørt tørvur á stórum rásarúmi og frælsi at raðfesta, soleiðis at skúlarnir kunnu skapa sín egna samleika og loysa avbjóðingarnar, tær hava, á sín egna hátt út frá mentanini á staðnum.

Í seinasta Skúlablaði - nr 6, 2023 - eru fleiri greinir, sum viðgera umstøðurnar hjá leiðslunum í fólkaskúlanum.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.