Tíðindi

Stórur dagur á Fløtum í dag

Dagurin er loksins komin, har næmingar og lærarar flyta í nýggja stásiliga Skúlan á Fløtum.

02.11.2020

Tey hava verið tolin, næmingar, lærarar og starvsfólk annars í Skúlanum á Fløtum. Hesin skúlin hevur húsast í nógvum bygningum víða um í Havn og á Argjum, líka síðan hann var samanlagdur fyri fleiri árum síðan. Í dag verður flutt; næmingar í forskúla og í 1. til 9. flokk fara klokkan 10 í morgun í skrúðgongu av Frælsinum niðan í Hans Andriasar gøtu, og síðan fara flokkarnir í heimastovurnar.

Tað er Árni Winther arkitektar, ZETA architects, Brim arkitektar, SMJ og LBF, sum hava sniðgivið skúlan. Framman fyri skúlan er hella, sum er partur av spæliøkinum. Her verða runnar plantaðir rundan um fyri at fáa lívd. Rundan um skúlan er ein 500 metra long rennibreyt, ljós er allan vegin. Hon fer ivaleyst at draga rennarar í grannalagnum til sín eisini. Framman fyri skúlan eru vallir og annað til íðkan. Í skúlanum er eisini ítróttarhøll, sum er til støddar sum ein hondbóltshøll. Útsýnið av tekjuni er frálíkt og sjónaringurin víður og vakur. Tekjan á ovasta staðnum við hádeildina er partur av útiøkinum á skúlanum

Skúlin á Fløtum er størsti skúlin í landinum. Trý floksspor verða frá forskúla til 7. flokk, og 8. og 9. flokkur verður 5-sporaður. Tilsamans er 850 næmingar og 100 starvsfólk.

Leygar- og sunndagin verður eisini opið hús. Lýst verður við hesum serskilt. 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.