Tíðindi

Stór ábyrgd hvílir á herðum lærarans

Góður trivnaður hevur alt at siga. Skal næmingurin læra og taka til sín, má hann trívast, kenna seg væl og hava tað gott í skúlanum. Tað er eri eg púra sannførdur um, sigur Terji Mørk, lærari úr Havn, ið setir trivnaðin hjá næmingunum í hásæti

15.06.2022

28 ára gamli Terji Mørk úr Havn er lærari og undirvísir í skúlanum á Fløtum. Hann varð útbúgvin lærari á Fróðskaparsetri Føroya í juni í 2020 og er tí millum tey nýggju andlitini, sum undirvísa í fólkaskúlanum.

Terji undirvísir næmingum í miðdeildini; tað eru næmingar í 4., 5., og 6. flokki. Hann undirvísir í fleiri og sera fjølbroyttum lærugreinum, ið fevna ógvuliga breitt. Frá enskum og søgu til støddfrøði, náttúra- og tøkni og ítrótt.

Men tað er ikki bara tað fakliga, sum hugtekur Terja og hevur týdning.

- Undirvísing snýr seg ikki bara um fakligar førleikar, men í stóran mun at finna inn til tann einstaka næmingin og menniskjað aftanfyri, heldur hann.

Men hvat er so ein góður og dugnaligur lærari?

Spurningurin hongur eina løtu í luftini, tí svarið er ikki so einfalt og líka til, heldur hann.

- Tað er ómetaliga trupult at svara ítøkiliga og nágreiniliga upp á tann spurningin, tí helst er tað ikki bara ein uppskrift upp á tann góða læraran, men fleiri, sigur Terji.

Hann grundgevur, at lærarar eru ógvuliga ymiskir, hava ymsar fakligar dygdir og førleikar og persónligar eginleikar. Og tí ber illa til at samanbera eitt til eitt. Tað ræður hinvegin um at virða og hámeta fjølbroytni millum lærarar.

Kortini eru ymisk eyðkenni og ymsar dygdir, ið kunnu koma læraranum til góðar í undirvísingini, heldur hann.

- Tann góði lærarin hevur fakligt innlit og dugir at undirvísa og læra frá sær. Hann megnar at skapa frið í flokkinum og góðar karmar um læringina. Hann er kveikjandi og veitir neyðugan íblástur, so allir næmingar í flokkinum kenna seg væl og fáa nakað burtur úr undirvísingini, sigur hann. 

Hann ásannar tó, at tað er eitt kynstur at duga at leggja til rættis undirvísingina, so hon ertir forvitni og hugin hjá einstaka næminginum at læra, tí næmingar eru ymiskir, læra upp á ymsar mátar og hava ymsan tørv.

Men eitt er ástøði, nakað annað er tann praktiski veruleikin.

Terji viðgongur, at tað mangan kann vera bæði lætt og ókeypis at seta orð á til dømis spurningin um tann góða læraran. Nakað heilt annað og munandi verri er at føra føgru orðini út í lívið við veruligum gerningum. Tað hevur við øðrum orðum ikki bara týdning, hvat kann góði lærarin ger, men hvussu hann fer til uppgávuna, sigur Terji.

Tað hvílir tí ein sera stór ábyrgd á herðum lærarans. Og tað er ein ógvuliga víðfevnd og ikki hissini uppgáva at lyfta at fáa allar næmingar at kenna seg væl og samstundis tryggja, at teir í roynd og veru læra nakað í skúlanum.

Men tað er eingin vegur uttan um tann góða trivnaðin, tí ótti og angist skapar ótryggleika og fráveru, ið als ikki er fremjandi fyri innlæringina, sigur Terji.

- Skúlin skal vera eitt trygt og gott stað at vera, og øll børn skulu kenna seg væl og trívast í skúlanum. Tá børn trívast og hava tað gott, læra tey skjótari og taka lættari við læru. Tað skal vera stuttligt at fara í skúla, sigur Terji.

Les alla greinina í Skúlablað nr 2, 2022

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.