Tíðindi

Stór vælvild at raðfesta undirvísing fyri tilflytarar

- Í verandi fíggjarlóg eru fleiri milliónir játtaðir til endamálið. Skúlar søkja Undirvísingarstýrið um játtan eftir serligum fyriskipanum, har fyrilit verður havt fyri ymsum viðurskiftum, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður

21.12.2020

Arbeitt verður á fleiri mótum at skipa skúlatilboð til næmingar í fólkaskúlanum, ið hava føroyskt sum annaðmál. Skúlaleiðslur og lærarar hava leingi víst á, at teir ikki hava tilfar at brúka at undirvísa teimum, sum hava annað móðurmál enn føroyskt, og somuleiðis at teir ikki eru útbúnir at taka á seg at undirvísa tilflytaranæmingum. Nú eru betri útlit, bæði tá ið talan er um tilfar, skeið og eftirútbúgving.

Nám er í ferð við at týða og tillaga týskt undirvísingartilfar til føroyskt at nýta í undirvísingini í føroyskum sum annaðmál í fólkaskúlanum. Mett verður, at tilfarið eisini kann brúkast at undirvísa vaksnum tilflytarum. Ætlanin er, at tilfarið verður tøkt hjá skúlunum næsta skúlaár. Nám er somuleiðis í holt við at endurskoða námsætlanirnar í fólkaskúlanum, og føroyskt sum annaðmál verður partur av hesum.

Harumframt verður arbeitt við at gera tilmæli um, hvussu undirvísingartilfar, sum er tøkt í bókum og talgilt, kann lagast til undirvísingina í føroyskum sum annaðmál. Undirvísingartilfarið, sum er skrivað til at undirvísa vaksnum tilflytarum, verður gjørt talgilt, og farið verður í næstum undir at útvega nýtt undirvísingartilfar til vaksin.

Í heyst var sjøtul settur á eina røð av skeiðum fyri teimum, sum undirvísa tilflytarum í føroyskum. Øll skeiðini eru skipað soleiðis, at lærarar úr allari skúlaskipanini kunnu fáa gagn av teimum.

Kunngerð er gjørd um undirvísing í føroyskum sum annaðmál og móðurmálsundirvísing í fólkaskúlanum er komin. Undirvísing í føroyskum máli og mentan fyri næmingar, ið hava annað móðurmál enn føroyskt, hevur verið skipað í fólkaskúlanum í nógv ár; tað er heimilað í løgtingslógini um fólkaskúlan frá 1997. Næmingar, ið eru fluttir til Føroya, hava tó fingið eykatímar í føroyskum, áðrenn henda heimild varð fingin til vega.

Komandi vár verður eftir ætlan eftirútbúgving fyri lærarar, sum undirvísa í føroyskum sum annaðmál, sett á stovn. Fígging er fingin til vega. Eftirútbúgvingin verður á leið 60 ECTS-stig, og hon verður fyrireikað í samstarvi við Setrið og ráðgevar uttanlands. Útbúgvingin verður skipað fyri lærarum í frítíðarundirvísingini og lærarum í fólka- og miðnámsskúlum, sum undirvísa í føroyskum sum annaðmál.

- Miðað verður eftir at fara í holt við hesa drúgvaru eftirútbúgvingina á vári 2021. Ætlandi skal hon venda sær til lærarar á øllum undirvísingarstigum.

Tørvurin á undirvísing í føroyskum sum annaðmál er um alt landið, og tí mugu lærarar frá øllum økjum í landinum útbúgvast til hesa uppgávuna. Møguleikarnir hjá lærarum at taka lut í skeiðum og serútbúgvingum eru ymiskir og treytaðir av, hvaðani úr landinum teir koma.

Tað hevur víst seg at vera trupult hjá eitt nú lærarum í Suðuroynni at fylgt og fullført útbúgvingar, tí at tað truplari hjá teimum at luttaka enn hjá lærarum í miðøkinum. Hesum hevur skúlafyrisitingin lagt upp fyri, sigur Jenis av Rana.

- Dentur verður lagdur á, at luttakararnir koma úr skúlunum kring landið, úr økjunum, har undirvísing í føroyskum sum annaðmál fyri vaksin verður skipað, úr ymsum fólkaskúlum og miðnámsskúlum. Ætlanin er at tryggja hesa skipan í samráð við skúlastjórarnar. Møguleikin fyri fjarundirvísing verður eisini kannaður og at gera eina  skipan fyri útjaðaran, serliga Suðuroynna.

Les alla greinina í Skúlablað nr 6, 2020


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.