Tíðindi

Stór avbjóðing at røkka einstaka næminginum við fjarundirvísing

- Tað er nógv lættari at ”krógva” seg, tá ein situr við telduna. Næmingurin kann verða til staðar á Teams, men kamera og mikrofon kann vera sløkt allan tíman, sigur Ingi Wiberg er lærari í Skúlanum á Giljanesi

13.05.2020

Skúlablaðið hevur sett nøkrum lærarum stevnu og spurt teir ymiskt í samband við fjarundirvísingina, ið hevur eyðkent undirvísingina í fólkaskúlanum síðan grækarismessu.

Hvussu hevur tú skipað fjarundirvísingina?

Eg undirvísi í løtuni bert 7.-9. flokki, so tað ger tann tøkniliga partin lættari, tí at tey sjálv megna at nýta Teams. Eg tryggi mær, at tey hava fingið viðkomandi tilfar ella uppgávu áðrenn tíman, so at tað er lættari at hava ”flow” á tímanum á Teams. Eg royni at hava eitt stutt upplegg og gjøgnumganga tilfarið, ið var til tíman.

Hvussu ber til at røkka einstaka næminginum, tá ið persónliga sambandið ikki er til staðar á sama hátt?

Hetta er ein stór avbjóðing, tí tað er so mikið nógv lættari at ”krógva” seg, tá ein situr við telduna. Næmingurin kann verða til staðar á Teams, men kamera og mikrofon kann vera sløkt allan tíman. Tað merkir so eisini, at lærarin má finna út av, hvussu nógv hann skal spyrja út í flokkin, og hvussu nógv eftir einstaka næminginum. Tað veldst so eisini um, hvussu persónliga sambandið millum lærara og næming var frammanundan.

Hvussu hevur næmingaluttøkan verið?

Sum heild møta næmingarnir væl upp til tímarnar og lata uppgávurnar inn. Tað er altíð onkur einstakur, ið ikki er til tíman, men sum heild hevur luttøkan verið góð.

Heldur tú, at næmingarnir hava fingið nakað burtur úr síðstu vikurnar?

Tað vóni eg. Hetta er jú ein nýggj og óroynd støða, bæði hjá okkum lærarum og hjá næmingunum, so í summum førum er ein stórur partur endurtøka av framferðarháttum, ið tey duga frammanundan. Avbjóðingin liggur eisini í at fáa undirvíst í nýggjum tilfari á fullgóðan hátt og at røkka teimum næmingum, ið hava tað truplari í skúlanum.

Er nakað, tú hevur hug at leggja afturat?

Tá samfelagsstøðan er so serstøk, sum hon nú einaferð er, so haldi eg sjálvur, at tað ávirkar okkara fatan av, hvat er týdningarmikið, bæði at læra, men eisini í størri perspektivi, og tað ávirkar so aftur krøvini til næmingarnar. Tá ið alt er óvist rundan um næmingarnar, so er skúlin ikki tað fremsta í teirra huga, og tað eiga og skulu vit eisini fyrihalda okkum til. Onkursvegna gerst tað enn meira týdningarmikið at hjálpa teimum at gerast samfelagsborgarar, heldur enn at megna ávís evnir.

Tekstur: Ragnhild Olsen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.