Leys størv

Stuðulsstørv til Brúnna, forskúlin í Runavíkar kommunu

Søkt verður eftir 2 námsfrøðiligum stuðlum til forskúlan, Brúgvin, skúlaárið 2020/2021.

• Størvini eru ímillum 790 árstímar (lønarbrot 0,45) og

950 árstímar (lønarbrot 0,54). Endaliga tímatalið verður ásett seinni.

Hesi eru tíðaravmarkað størv skúlaárið 2020/21.

Arbeiðsuppgávurnar eru at stuðla næmingum við serligum tørvi.

Søkt verður eftir starvsfólki, sum :

• undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans
• áhaldandi vilja menna seg sjálvan og skúlan
• duga væl at samstarva og samskifta
• eru fús og hugað fyri toymisarbeiði

Fyrimunur er, um umsøkjarin er námsfrøðingur og/ella hevur royndir sum námsfrøðiligur stuðul.

Lønar- og setanartreytir

Tey, ið sett verða, eiga at tola broytingar starvinum viðvíkjandi.

Námsfrøðiligu stuðulsstørvini í forskúlanum eru sáttmálasett størv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Námsfrøðingar eru løntir í lønarflokki 11-21 og hjálparfólk í 3-8.

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 29. mai 2020 kl. 12.00

Meira fæst at vita um størvini í forskúlanum við at seta seg í samband við

Hans Michael í Mittúni, varaskúlastjóra á tel. 237133.

Runavíkar kommunuskúli hevur komandi skúlaár uml. 450 næmingar, av hesum eru 45 í forskúlanum og um 58 starvsfólk.

Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.rks.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.