Bloggur

Stoytandi samanberingin

Tóri Atlason, sum lesur til lærara á Námsvísindadeildini á triðja ári, bloggar.

03-06-2021

Sólskinn, ertrakapping, kross-og-bolla-stafett og togtogan.

Skýggjað, avbyrgdur og Zoom-undirvísing.

Soleiðis ljóðar stoytandi samanberingin millum seinasta fríggjadag, tá samansjóðandi dagur var á Námsvísindadeildini, og hendan fríggjadagin, nú skrivi hendan bloggin. Í løtuni eru 37 fólk staðfest positiv við koronu, áleið 300 fólk eru í sóttarhaldi. Hesu tøl koma óivað at hækka komandi dagarnar. Fróðskaparsetrið hevur skilagott bundið um heilan fingur, men fyri okkum lesandi merkir hetta enn ein vika við Zoom-undirvísing. Vónandi hin allar seinasta. Undirvísingin á Zoom er sjálvandi gevandi og munandi betri enn eingin undirvísing. Zoom kann skiljast sum ein bjargingarringur, ið einans í neyðini verður tveittur út; ein síðsta roynd at halda okkum flótandi uppi yvir vatnskorpuni.

Hetta seinasta árið hevur verið avbjóðandi. Sjálvur var eg í starvslæru, tá ið landið fór niður í ferð, nú fyri einum góðum ári síðani. Eg hevði tá ítrótt, og vit skuldu sanniliga enda við einum braki! Men hetta varð av ongum. Boðini um at halda okkum heima komu heldur dramatiskt, tá klokkan sló hálvgum eitt náttina fyri hósdag. Brádliga, frá degi til dags, varð øll rutina skúgvað til viks. Eina løtu kendist tað sum ein ørkymlandi og løgin hálvferia. Man sat heima púra isoleraður, framman fyri ein skerm, í ørviti. Tað var sum at vera bundin í spennitroyggju.

Men! Eitt, vit øll hava lært av hesum tíðarskeiði er týdningurin av samveru, og ávirkanin á trivnað, motivatión og gerandisgleði, tá alt hetta verður tikið frá okkum. Samvera og trivnaður hanga saman og eru veruliga snúningsdepilin í øllum skúlum. Vit kunnu kaga á Glasir; har er tóma kjarnan í bygninginum, Atrium, á tremur við fólki í fríkorterum. Samveran á Glasi er bókstavliga kjarnan í skúlanum, soleiðis er skúlin inrættaður. Soleiðis er støðan á Setrinum ikki - enn. Tá eg hitti onkran, ið sigur seg lesa á Setrinum, brosi eg eitt hálvt bros. Eg merki frøði og errinskap, tí tað ber til at nema sær útbúgving í egnum landi. Við hini hálvuni smílist eg ikki. Eftir trý ár havi eg ikki peiling av, at vit í roynd og veru lesa á sama universiteti. Setrið er ein fjarsett eind í einum fjarskotnum landi.

Í ár hevur Setrið gjørt nýggja trivnaðarkanning, svarini eru tó ikki greinað enn. Seinasta kanningin varð gjørd í 2019, og hóast rímiliga vánaliga luttøku, áleið 28%, so vísir hon eina áhugaverda mynd. Tað er merkisvert, at einans triðingurin er nøgdur við fysisku karmarnar á Setrinum, og at einans fjórðingurin er nøgdur við møguleikarnar at taka lut í ella skipa fyri sosialum tiltøkum. Lestrarumhvørvið er merkt av vánaligum hølum og vantandi umstøðum at menna felagsskapin. Altso stuðla umstøðurnar ikki undir samveru á Setrinum.

Seinasti fríggjadagur sigur mær tó, at vit lesandi duga væl og vilja hjúkla um trivnaðin og felagsskapin. Fyri nøkrum fáum døgum síðani gjørdist Fróðskaparsetrið 56 ár, og serliga seinastu árini hevur eitt kampus til Setrið verið mikið umrøtt, og ein stór verkætlan hesum viðvíkandi er eisini sett í verk. Nú er tann stundin komin til handa, at vit skulu taka lógvatak og stovna felags kampus á hesum landi!


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.