Tíðindi


Stjóri í Sernámi settur

Rigmor Dam, landsstýriskvinna hevur sett Margreth Olsen í starvið sum stjóra í Sernámi frá 1. desember 2017 at rokna.

29. november 2017

Margreth Olsen er 39 ára gomul og útbúgvin Cand.Merc.(psyk) frá CBS. Eisini hevur hon eina bachelor útbúgving í sálarfrøði frá Glasgow Caledonian University, umframt eina konsulentútbúgving innan HR.

Margreth Olsen hevur fjølbroyttar royndir á stovnum fyri børn við autismu, ung við atferðartrupulleikum og serdagsstovni. Eisini hevur hon royndir sum mennari og ráðgevi innan HR økið í banka. Seinastu mánaðirnar hevur hon undirvíst innan “Námsfrøðiliga leiðslu” á Fróðskaparsetur Føroya.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.