Tíðindi


Starvsbreytin hjá Skúlanum á Skúlatrøð

Breytin hjá valskúlanum í Skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík er skipað í samstarvi við Arbeiðsloysisskipanina (ALS), og endamálið við Starvsbreytini er at kunna næmingar um arbeiðsmarknaðin, at menna førleikar til at søkja og røkja starv og at geva verkligar royndir í sambandi við ymisk størv

1. mars 2018

Valskúlin á Skúlatrøð tók í fjør summar stig til at skipa hesa vallærugreinina, ið er starvsbreyt á 10. floksstigi. Skúlin spurdi ALS, um skipanin vildi vera við, og ALS bað Beintu Árnadóttir Gregersen, verkætlanarfólk hjá ALS, um at vera við at leggja ein part av starvsbreytina til rættis fyri skúlan. Á Starvsbreytini hevur Jóhanna Andreasen fyri ein stóran part staðið fyri undirvísingini á Starvsbreytini, har arbeitt verður bæði ástøðiliga og verkliga.

   Beinta Árnadóttir Gregersen hjá ALS sigur, at Skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík skal hava rós fyri, at tey royna eina starvsbreyt. Tað, sum ALS kann bjóða teimum á Skúlatrøð er at royna at vegleiða tey í at skriva umsókn, hvussu tey kunnu seta orð á sínar eginleikar, at eggja tey til at vera djørv og at fara eftir teimum størvum, sum tey halda vera áhugaverd. Foreldur hjá næmingum á Starvsbreytini eru altíð vælkomin at lurta, tá ið ALS hevur kunnandi fundir um skyldur og treytir. Her verður roynt at greiða teimum ungu frá, at tey sjálv mugu tora og sjálv mugu taka ábyrgd.

   Á sjálvari Starvsbreytini hjá Skúlanum á Skúlatrøð fara tær fyrstu vikurnar til at læra, hvussu eitt CV í sambandi við at skriva umsókn skal snikkast til, hvussu ein sum best kann fyririeka seg til eina setanarsamrøðu.

   Eitt CV er eitt yvirlit upp á eina til tvær síður yvir royndirnar hjá einum persóni og aðrar kvalifikatiónir, her ímillum útbúgving, vinnuligar royndir og vinnuligar førleikar. CV er ein stytting av orðinum Curriculum Vitae, ið er latín fyri "lívsskeið".

   - Vit vita, at hjá summum er tað ringt til dømis at skula ringja út til almennar stovnar og arbeiðsgevarar, tí er tað ein partur av undirvísingini á starvsbreytini – at sleppa at royna seg og finna útav, at tað var nú kortini ikki so ringt, sum mann helt, tað fór at vera, og at tað ger einki, um tú kemur til at siga okkurt skeivt ella ikki veitst, hvat tú skalt siga, sigur Beinta Árnadóttir Gregersen, verkætlanarfólk hjá ALS. Í verkliga partinum av Starvsbreytini fara næmingar í starvsvenjing hjá fyritøkum og stovnum, tí hetta er eitt gott høvi hjá teimum, ið vilja menna persónliga styrki í sambandi við framtíðar starv, og hjá teimum. ið vilja hava víðari innlit í ymiskar vinnugreinir og størv.

Myndin:

Beinta Árnadóttir Gregersen hjá ALS sigur, at Skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík skal hava rós fyri, at tey royna eina starvsbreyt

Tekstur og mynd: Sonne Smith

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.