Leys størv

Størv í Kvívíkar skúla skúlaárið 2019-2020

Hesi størv verða lýst leys at søkja í Kvívíkar skúla:

1 lærari í fast fulltíðarstarv.

1 lærari í tíðaravmarkað parttíðarstarv skúlaárið 2019/2020, sum er leyst at seta í samband við farloyvi. Starvsbrotið er áleið 0,80

1 lærara í tíðaravmarkað parttíðarstarv skúlaárið 2019/2020, sum er leyst at seta í samband við avlopstímar. Starvsbrotið er áleið 0,80

Endaliga tímatalið á parttíðarstørvunum verður endaliga ásett 1. september 2019.

Søkt verður eftir lærarum:

• Ið m.a. kunnu undirvísa í føroyskum, donskum, enskum, støddfrøði, náttúru og tøkni, svimjing, heimstaðarlæru, samfelagsfrøði, landalæru, alis-evnafrøði, søgu, lívfrøði og handaverk og list.
• Ið hava læraraútbúgving og førleika í viðkomandi lærugreinum
• Ið leggja dent á mennandi læruumhvørvi, virðiligt samstarv og trivna
• Ið vilja vera við til at menna skúlan á øllum økjum

Lærarastørvini verða lønt sambært sáttmála millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkinum 18.1-29.2. Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu verða skúlaleiðaranum í hendi seinast fríggjadagin 21. juni 2019 klokkan 12:00.

Umsóknir skulu sendast við telduposti til kvi@skulin.fo Nærri fæst at vita um størvini hjá Høgna V. Warberg, fyrstalærara, á tlf: 29 24 22. Meira fæst at vita um skúlan á heimasíðuni: www.kvivikarskuli.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.