Leys størv
Tvey tíðaravmarkað lærarastørv vegna farloyvi skúlaárið 2023-24.
• Eitt møguliga tvey parttíðar tíðaravmarkað lærarastørv vegna lækkað tímatal og avlopstímar skúlaárið 2023-24. Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1.oktober 2023.
• Tvey parttíðar tíðaravmarkað størv sum serlærari, støddfrøðivegleiðari og lesivegleiðari til førleikastovuna fyri skúlarnar í Sandoynni skúlaárið 2023-24.
• Tvey tíðaravmarkaði størv sum námsfrøðiligur stuðul, uml. 20 klokkutímar um vikuna, til næmingar við serligum tørvi. Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. oktober 2023.
Vit vænta av tær, at tú:
• hevur læraraútbúgving, námsfrøðiliga útbúgving ella námsfrøðiligar royndir
• er fyrikomandi og samstarvshugað/ur
• vil vera við til áhaldandi at menna teg sjálva/an og skúlan
• sýnur næmingum og undirvísing eldhuga
• vil fevna ymisleikanum og styrkja felagsskapin
• er eldhugað/ur at arbeiða við næmingum úr 6. – 10. flokki.
Førleikakrøv
Okkum tørvar lærarar, ið kunnu átaka sær flokslæraraábyrgd. Harafturat skal lærarin hava førleika at átaka sær at undirvísa í: støddfrøði, náttúruvísindaligu lærugreinunum, týskum, handverk og list, smíð og í ítrótti og svimjing.
Lønar- og setanartreytir
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tey, ið sett verða, eru tænastumannasettir lærarar frammanundan. Lærarastørvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjamálaráðið. Námsfrøðiliga starvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Pedagogfelagið. Størvini eru treytað av, at tímajáttanin heldur. Barnaváttan er kravd frá 1.juni 2022.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 02. juni 2023 kl.12.00. Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Jacqueline Benzon, skúlastjóra á tlf 216038 ella at senda t-post til samesk@olivant.fo
__________________________________________________________________________Sandoyar Meginskúli hevur 65 næmingar og 10 lærarar komandi skúlaár. Næmingarnir eru úr 6. upp í 10. flokk.
Skúlablaðið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 23 57 73
Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.