Leys størv
* Eitt starv, ið er skipað sum fast lærarastarv frá 1. august 2022.
* Eitt, møguliga tvey, parttíðar tíðaravmarkað lærarastørv vegna lækkað tímatal og avlopstímar skúlaárið 2022-23. Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1.oktober 2022
* Tvey parttíðar tíðaravmarkað størv sum serlærari og lesivegleiðari til førleikastovuna fyri skúlarnar í Sandoynni skúlaárið 2022-23
* Tvey tíðaravmarkaði størv sum námsfrøðiligur stuðul, uml. 20 klokkutímar um vikuna, til næmingar við serligum tørvi. Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. oktober 2022.
Vit vænta av tær, at tú:
* hevur læraraútbúgving, námsfrøðiliga útbúgving ella námsfrøðiligar royndir
* er fyrikomandi og samstarvshugað/ur
* vil vera við til áhaldandi at menna teg sjálva/an og skúlan
* hevur hug og førleikar at arbeiða við KT
* er fús/ur og hugað/ur fyri toymisarbeiði og PLF
* er eldhugað/ur at arbeiða við næmingum úr 6. – 10. flokki.
Førleikakrøv
Okkum tørvar lærarar, ið kunnu átaka sær flokslæraraábyrgd. Harafturat skal lærarin hava førleika at átaka sær at undirvísa í: støddfrøði, náttúruvísindaligu lærugreinunum, donskum, týskum, handverk og list, smíð og dreingjum í ítrótti og svimjing.
Lønar- og setanartreytir
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tey, ið sett verða, eru tænastumannasettir lærarar frammanundan. Lærarastørvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjamálaráðið. Námsfrøðiliga starvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Pedagogfelagið. Størvini eru treytað av, at tímajáttanin heldur. Barnaváttan verður kravd frá 1. juni 2022.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi týsdagin 24. mai 2022 kl.12.00. Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Jacqueline Benzon, skúlastjóra á tlf 216038 ella at senda t-post til samesk@olivant.fo
_____________________________________________________________________________Sandoyar Meginskúli hevur 74 næmingar og 10 lærarar komandi skúlaár. Næmingarnir eru úr 6. upp í 10. flokk.
Skúlablaðið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 23 57 73
Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.