Leys størv

Størv á Sandoyar Meginskúla skúlaárið 2020-2021:

Tvey sáttmálasett lærarastørv at rokna frá 1.aug. 2020
Eitt tíðaravmarkað starv fyri lærara í farloyvi skúlaárið 2020-21
Parttíðar tíðaravmarkað lærarastarv vegna lækkað tímatal skúlaárið 2020-21. Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1.oktobur 2020
Eitt tíðaravmarkað starv sum námsfrøðiligan stuðul, uml. 15 klokkutímar um vikuna til næmingar við serligum tørvi. Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. oktober 2020.

Vit vænta av tær, at tú:

hevur læraraútbúgving, námsfrøðiliga útbúgving ella námsfrøðiligar royndir
er fyrikomandi og samstarvshugað/ur
vil vera við til áhaldandi at menna teg sjálvan og skúlan
hevur hug og førleikar at arbeiða við KT
er fús og hugað fyri toymisarbeiði
er eldhugað/ur at arbeiða við næmingum úr 6. – 10. flokki.

Førleikakrøv

Harafturat skal lærarin hava førleika at átaka sær at undirvísa í:

alisfrøði, evnafrøði, náttúruvísindaligu lærugreinunum, samfelagsfrøði, søgu, donskum, støddfrøði, týskum, smíð og dreingjum í ítrótti og svimjing

Lønar- og setanartreytir

Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tey, ið sett verða, eru tænastumannsettir lærarar frammanundan. Lærarastørvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjamálaráðið. Námsfrøðiliga starvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Pedagogfelagið. Størvini eru treytað av, at tímajáttanin heldur.

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 29. mai 2020 kl. 12.00. Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Jacqueline Benzon, skúlastjóra á tlf 216038 ella at senda t-post til samesk@olivant.fo

Sandoyar Meginskúli hevur 86 næmingar og 11 lærarar komandi skúlaár. Næmingarnir eru úr 6. upp í 10. flokk.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.