Tíðindi

Støddfrøðiuppgávur skulu kveikja

Ein granskari hevur kannað, hvussu lærarar brúka uppgávur fyri at læra næmingar støddfrøði

21-06-2022

Nógv er granskað í, hvussu vit læra støddfrøði, men lítið er granskað í, hvussu tað verður undirvíst í støddfrøði. Tað hevur granskarin, Linda Gurvin Opheim við Universitetið í Agder í Noregi (UiA), sett sær fyri at gera nakað við. Fyri stuttum legði hon eina ritgerð fram, sum snýr seg um, hvussu lærarar leggja undirvísingina til rættis við tí fyri eyga at læra næmingar støddfrøði.

– Lærarin hevur fleiri praktiskar avbjóðingar í skúlastovuni, sum ástøðiligar granskingarkanningar ikki altíð hava fyrilit fyri, sigur Gurvin Opheim.

Tað er júst gloppið millum granskingarástøðina og soleiðis sum lærarar undirvísa, sum hon varpar ljós á í ritgerð síni. Hon hevur granskað í, hvussu lærarin undirvísir, soleiðis at næmingurin lærir støddfrøði. Við øðrum orðum hevur hon kannað, hvussu lærarin brúkar tað at loysa uppgávur sum undirvísingarhátt.

– Endamálið við ritgerðini hevur verið at fáa ein betri innlit í, hvat tað er, sum lærarin leggur dent á í støddfrøðiuppgávunum, sum næmingarnir arbeiða við, sigur Opheim.

At loysa uppgávur er ráðandi í undirvísingini

At svara og loysa uppgávur er vanligasti undirvísingarhátturin í støddfrøði. Tí hevur Opheim valt nýtsluna av støddfrøðiuppgávum og soleiðis, sum tær eru gjørdar, sum evni í ritgerðini. Útgangsstøðið er nøkur dømi við fýra lærarum í tveimum skúlum, sum hava valt ymiska tilgongd til yrkið. Opheim hevur samstarvað við lærararnar í eitt ár. Fyrst spurdi hon teir, hvat fyri uppgávur, teir eftirlýsa, síðan gav hon hvørjum einstøkum teirra nøkur dømi um uppgávur.

Hon greinaði alla tilgongdina – frá kladdu til uppgávur til kjak við læraran, verkligar royndir í skúlastovuni, aftur kjak við læraran og gjøgnumgongd av tí, næmingarnir søgdu – fyri at fáa eitt djypri innlit í, hvussu lærararnir arbeiða við støddfrøðiuppgávunum.

– Lærararnir, sum eg arbeiddi saman við, vóru upptiknir av at laga uppgávurnar til hvønn einstakan næming. Teir bóðu meg gera uppgávur, sum løgdu seg eftir at loysa ítøkiligu avbjóðingarnar, sum næmingarnir hava við støddfrøði, sigur Opheim.

Endamálið er at læra meiri

– Høvuðsendamálið við støddfrøðiuppgávunum er at læra næmingarnar støddfrøði. Men tað er eisini annað, sum lærararnir vilja við uppgávunum, sigur Opheim.

Uppgávurnar skulu loysa ymiskar avbjóðingar í skúlastovuni. Opheim samanfatar avbjóðingarnar í trý punkt: 1) aktivera 2) motivera og 3) fáa at skilja.

– Lærararnir ganga høgt upp í endamálið við uppgávunum, til dømis, at tær skulu aktivera næmingarnar og fáa teir at síggja ymiskar støddfrøðiligar samanhangir. Støddfrøðiuppgávurnar kunnu ikki altíð gera alt í senn, men tær kunnu á ymiskan hátt motivera, aktivera og bjóða næmingarnar av, sigur hon.

Orðaskifti sum læruháttur

Opheim vísir til sokallaða sosiala skiftið í gransking av undirvísing og læring í støddfrøði. Skiftið leggur dent á, at undirvísing og læring ikki er individuell, men fer fram í felagsskapi.

Tá hava orðaskifti, kjak og framløgur av støddfrøðiligum arbeiðsháttum týdning.

– Ein slík undirvísing er eitt dømi um ástøði, sum ikki er løtt hjá læraranum at royna í verki í skúlastovuni. Undirvísingin krevur stórar førleikar í støddfrøði og stóran vitan um ymiskar hættir at læra. Harumframt eru evnini at stýra kjaki í skúlastovuni ein fortreyt, sigur Opheim.

Tá ið tað at loysa støddfrøðiuppgávur legði upp til at kjakast um tær í skúlastovuni, valdu nakrir av lærarunum ikki at brúka tær. Orsøkin til tað var, at tað ikki er lætt at kjakast um í praksis. Opheim vísir til, at kjak í skúlastovuni millum annað kann vera tvørligt av eini málsligari frástøðu millum lærara og næmingar. Málsliga kann tað til dømis vera stórur munur millum ein tilkomnan lektara í støddfrøði og sekstan ára gamlar næmingar.

Forðingar at brúka uppgávur

– Lærararnir eru væl greiðir yvir, hvat teir duga væl og minni væl, og teir vildu hava uppgávur í støddfrøði, sum javna hesar munirnar, sigur Opheim.

Lærararnar mugu kenna seg tryggar við, at uppgávurnar rigga til ávísa flokkin.

Opheim fann út av, at tað serliga vóru trý viðurskifti, sum kunnu elva til ivamál:

1. Hvussu ein skal undirvísa í uppgávuloysn.
2. Hvussu ein skal kjakast um uppgávuloysn.
3. Um lærarin var nóg fakliga tryggur á økinum, sum uppgávan snúði seg um.

– Eitt tað týdningarmesta, sum eg eri komin fram til í míni gransking, er, at støddfrøðiuppgávurnar skulu hjálpa næminginum at læra støddfrøði, men eisini at lærarin skal kunna brúka uppgávurnar til at menna mentanina í skúlastovuni og førleikan at undirvísa í støddfrøði, sigur Opheim.

https://forskning.no/matematikk-partner-pedagogikk/matteoppgaver-skal-aktivisere-og-motivere-elevane/2024127


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.