Tíðindi

Stór semja um, hvat eigur at verða gjørt í fólkaskúlanum komandi valskeið

Styttri skúladagur, færri næmingar í flokkunum, betri umstøður til lærararnar og taka landsroyndirnar av. Hetta vóru evnini, ið oftast vóru havd á orði á valfundinum í dag.

02.12.2022

Stendur tað til valevnini, sum umboðaðu teir sjey flokkarnar á valfundinum, sum Føroya Lærarafelag, Námsvísindadeildin og Heim & skúli skipaðu fyri í dag, so er eingin forðing fyri, at semjur verða gjørdar tvørtur um floksmark, tá ið talan er um nógv viðurskifti í fólkaskúlanum. Semja var um at kalla allar teir stóru spurningarnar, ið vóru viðgjørdir á fundinum.

Valskráirnar hjá flokkunum gera ikki nógv burtur úr fólkaskúlanum. Felags fyri valskráirnar er, at tær í mongum førum eru rættiliga yvirskipaðar, tá ið talan er um fólkaskúlan, og sumt gongur aftur í fleiri flokkum. Valevnini fingu tí høvi at taka ymiskt fram viðvíkjandi fólkaskúlanum, ið ikki stendur í valskráunum.

Eitt, ið fleiri valevni vóru samd um, var, at fólkaskúlin er forsømdur – bæði í tingarbeiðnum hetta seinasta valskeiðið og í valstríðnum. Tingmaður hetta valskeiðið vísti á, at tað hevur verið trupult at skapa áhuga fyri fólkaskúlanum. Hóast fólkaskúlin er ein av týdningarmestu og berandi súlunum undir okkara vælferð, hevur almenna kringvarpið ikki fólkaskúlan sum evni á teimum mongu fundunum, sum miðilin skipar fyri. Eitt annað valevni segði, at tað tykist nógv truplari at fáa eyka fígging til fólkaskúlan samanborið við onnur øki.

Tá ið talan er um læraraútbúgvingina, so nevndu flestu valevni tørvin á meiri starvsvenjing hjá læraralesandi og eftirútbúgving til lærarar. Nevnt var, at eftirútbúgving eigur at koma í eina fasta legu, soleiðis at lærarar alla tíðina hava høvi at eftirbúgva seg sambært tí, sum størstur tørvur er á. Fleiri nevndu eisini, at læraraútbúgvingin eigur at taka støði í føroyska samfelagnum og veruleikanum. Nomið var eisini við gomlu læraraútbúgvingina og samanborið við ta nýggju. Sumt frá gomlu útbúgvingini var betri enn í teirri nýggju, og tað, sum var gott, eigur at verða tikið við og lagt inn í ta nýggju.

Annað evni, ið fleiri vístu á, var átrokandi tørvin at fáa geirarnar, sum hava við børn at gera, at arbeiða betur saman. Nevnt var eitt málaráð, sum hevur við øll børn at gera, soleiðis at barnið ikki dettur niðurímillum skipanir í skiftinum millum barnagarð og skúla, og sum eisini hevði havt við sær, at lærarar ikki skulu banka á fleiri hurðar, tá ið børn skulu hava hjálp. Onkur tók til, at nýskipan eigur at vera gjørd á hesum øki, sum setir barnið fram um skipanirnar.

Flokslæraraarbeiðið var eisini tikið fram, bæði í týdninginum hann hevur fyri trivnaðin í flokkinum og tá talan er um niðurskurð, soleiðis at hann betur røkkur hvørjum næmingi. Stórt semja var um at geva flokslæraranum betri umstøður.

At loysa upp fyri rættinum hjá leiðslum at skipa skúladagin smidligari, nevndu fleiri. Karmarnir kennast mangan sum spennitroyggja, og tað er hvørki til frama fyri hvørki næming ella lærara.

Pappírsarbeiðið og fundarvirksemi, sum meiri og meiri eyðkennir læraraarbeiðið, vilja øll valevni burturfrá, soleiðis at lærarar kunnu savna seg um tað, teir eiga, nevniliga undirvísa. Hetta pappírs- og skrásetingararbeiðið fyllir meiri og meiri, og onki av valevnunum sá nakra meining í tí.

At endurskoða og dagføra námsætlanirnar og skipa tær burtur frá at stýra ov nógv niður í smálutir var ofta tikið til. Somuleiðis at raðfesta kreativa og verkligu lærugreinirnar, sum veruliga eru við sviðusoð.

Nomið var eisini við nógv annað, eitt nú * føroyskt sum annaðmál, * tørvin ið tilflytaranæmingar hava, * at fólkaskúlin eigur at ganga undan í skiftinum til grøna orku, * at støðan hjá heilsufrøðingunum í skúlunum eigur at verða styrkt, * at undirvísingartilfar á føroyskum eigur at verða styrkt – eisini til talgildu pallarnar, sum børn eru á, * at tey, sum nema sær eftirútbúgving, í nógv størri mun skulu sleppa at brúka útbúgvingina í sínum arbeiði.

Valevnini vóru ógvuliga samd – fólkaskúlin eigur at verða raðfestur nógv hægri, enn hann hevur verið, eisini tá ið talan verður um fíggja allar átrokandi og neyðugar ábøtur. Spennandi verður at vita, hvat fer at verða niðurfelt í samgonguskjalið hinumegin valið.

Tey, sum vóru við í pallborðinum, vóru: 

A - Beinir Johannesen, Rógvi Egilstoft og Bárður á Lakjuni

B - Magnus Rasmussen, Hanna Ovadóttir og Anita Heinesen

C - Jóhannis Joensen, Birna Heinesen og Terji Beder

D - Suni á Dalbø og Andrias Jacobsen

E - Høgni Hoydal, Anita á Fríðriksmørk og Jón Kragesten

F - Hanna Jensen

H - Rani Andrasson Skaalum

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.