Tíðindi

Spennandi móðurmálsdagur

Móðurmálsdagurin verður hildin í nýggja og stórfingna mentanarhúsinum í Klaksvík, Varpinum, 25. mars frá klokkan 16.00.

19.03.2024

Tú hugsar kanska, at tað sigur seg sjálvt, at føroyingar tosa føroyskt. Men tað sigur ikki seg sjálvt. Tí eins og hetlendingar tosa enskt í dag, kundu vit tað sama tosað danskt. Orsøkin til, at vit hava megnað at varðveitt okkara móðurmál, er, at nakrar eldsálir hava givið okkum okkara egna skriftmál, skúlamál, kirkjumál og yvirhøvur tikið megnartøk føroyskum máli at frama.

Men uppgávan hjá okkum er ikki liðug enn, og avbjóðingin er ikki minni í dag. Á móðurmálsdegnum 25. mars koma eldsálir aftur saman at umrøða viðurskifti, sum eru málinum at gagni.

Móðurmálsdagurin verður hildin í nýggja og stórfingna mentanarhúsinum í Klaksvík, Varpinum. Nýggja Stavsetingarorðabókin verður løgd fram á tiltakinum, sum er í tveimum pørtum, men við fjølbroyttari skrá, eitt nú framløgum, hugleiðingum, skemtiligum innsløgum og góðum føroyskum tónleiki. Teknmálstulkur er sjálvandi eisini við á degnum.

Tiltakið er alment og ókeypis.

Skráin sær soleiðis út:

16.00 - Vælkomin, Solby Christiansdóttir og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna

16.15 - Tónleikur, Knút H. Eysturstein

16.25 - Nýggja Stavsetingarorðabókin - útgávutiltak: Helena Kannuberg og Randi Kúrberg, forkvinnur í Málráðnum

16.30 - ”Hammershaimb, stavseting og skriftmál”, Theodor E. D. Olsen, málráðslimur vegna Javnstøðunevndina og umboð í Orðabókagrunninum

16.40 - Tónleikur, Knút H. Eysturstein

16.45 - ”Stavsetingarorðabókin nú og frameftir”, Kristin M. Magnussen, orðabókarritstjóri

16.55 - Rættlesarar verða heiðraðir fyri arbeiðið við Stavsetingarorðabókini

17.00 – 18.00 Málráðið og Føroyamál bjóða okkurt stuttflutt undir tonna

18:00 - Stevnan verður sett, Djóni N. Joensen, landsstýrismaður

18.15 - Tónleikur, Rani Nolsøe 

18.20 - "Komið øll við!" - Maybritt við Strond og Sjúrður Gullbein

18:40 - Føroyskt yrkismál, Marjun A. Simonsen

Steðgur

19.10 - Sjey ymisk innsløg:

- ”Óli P og málið. Hvussu keipaði Óli ð’ið?”, Óluva Klettskarð

- Rithøvundavitjanir, Gunrið Kallsberg 

- Hugleiðingar um føroyska málið, Benjamin Tausen á Lava

- Týðing, Beinir Bergsson 

- Vit er ein app, KVF

- At ritstjórna, Vencil 

- Skemt, Kristian Martin Petersen 

20.05 - Tónleikur. Vit enda við Braki, Ingmar Berg Mikkelsen stjórnar

Stigtakarar eru Føroyamál, Málráðið, Nám, Bókadeildin, Føroyar lesa og Vencil.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.