Tíðindi


Somu mál eiga at verða sett fyri skriving sum lesing

- Verða næmingar ikki vandir frá byrjan við at skriva og framleiða tekstir, soleiðis at tað gerst ein nátúrligur partur av allari undirvísing í øllum lærugreinum, so verður tað bara tyngri hjá bæði lærara og næmingum at koma í gongd við at skriva, sigur Guðna Berg Mikkelsen, lærari

27. november 2017

Verður hugt at námsætlanini, sæst, at tað at lesa og at skriva eigur at verða sætt sum javnskipaðar lærutilgongdir. Tað sigur Guðna Berg Mikkelsen, lærari, sum í bachelorritgerð síni á Námsvísindadeildini í fjør skrivaði um motiverandi tekstframleiðslu. At tað at skriva og lesa verður javnsett í námsætlanini, tulkar Guðna Berg Mikkelsen sum, at lærarin eigur at brúka líka nógva orku til báðar lærutilgongdirnar.

- Báðar lærutilgongdirnar treyta hvørja aðra á tann hátt, at tá ið skrivað verður, mennist og styrkist kunnleikin hjá næmingunum til millum annað bókstavir, ið gevur nýbyrjarum betri fortreytir til at læra at lesa. Og við at lesa tekstir og alskyns tekstasløg læra næmingarnir í fyrstu atløgu orðamyndir, teknseting og setningsbygnað og seinni krøvini til tekstasløg, sum so aftur kunnu nýtast í egnari tekstframleiðslu. Tá ið skrivað verður í ymiskum tekstasløgum fáa næmingarnir so líðandi eina betri fatan av teimum tekstum, ið teir seinni sjálvir fara at lesa. So tað at lesa og at skriva gevur næmingunum tekstroyndir, umframt at vera tvær tilgongdir, ið eisini treyta hvørja aðra.

Lærarin eigur at gera sær greitt, at skal næmingurin menna skrivligu førleikarnar, skal næmingurin lesa og hoyra um tekstasløg fyri at hava eitt hvørt at skriva út frá, okkurt at skriva um og onkran at skriva til, heldur Guðna Berg Mikkelsen.

- Eru hesar aðalsúlur í gerandisundirvísingini, fær næmingurin eitt gott útgangsstøði í skrivliga arbeiðinum við teimum mongu tekstum, ið bara bíða eftir at verða lisnir.

Men mín hugsan er, at um næmingarnir ikki verða vandir frá byrjan við at skriva og framleiða tekstir, soleiðis at tað gerst ein natúrligur partur av allari undirvísing í øllum lærugreinum, so verður tað bara tyngri hjá bæði lærara og næmingum at koma í gongd við skrivingina.

Guðna Berg Mikkelsen vísir á, at seinastu árini hevur nógv ljós verið varpað á, at næmingar eiga at lesa hvønn dag fyri at gerast betri og skjótari lesarar; hon heldur, at lærarar eiga at seta sær somu mál fyri skrivingina og tekstframleiðsluna.

- Tað er eyðsæð, at næmingar gerast einans betri til at skriva og framleiða tekstir við júst at framleiða tekstir.

Les alla greinina í Skúlablaðnum, Fólkaskúlin eigur at leggja líka stóran dent á at læra næmingin at skriva sum at lesa, har Guðna greiðir nærri frá evninum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.