Tíðindi

Soleiðis verður kynsligur ágangur framdur ímóti børnum og ungum á netinum

Í minsta lagi tvey av tíggju børnum og ungum yngri enn 18 ár hava verið fyri kynsligum sambandi, sum tey ikki hava biðið um, á netinum - í einum tíðarbili á eitt ár. Tað kemur fram í eini nýggjari kanning.

17.09.2021

Nógv koma út fyri ymsum kynsligum ágangi á netinum, tá ið tey eru ung, sigur Lars Roar Frøyland, granskari við OsloMet.

Hann er ein av NOVA-granskarunum, sum hevur kortlagt, hvat vit vita um kynsligan ágang á netinum, sum verður framdur ímóti børnum og ungum. Tað er norska løgmálaráðið, sum hevur heitt á granskararnar at kanna hetta málið.

Á netinum kunnu fólk við kynsligum áhuga fyri børnum og ungum koma í samband við møgulig offur uttan, at tað er sjónligt. Talgildir miðlar gera tað lættari at senda myndir við ágangi og sjónbond av børnum og ungum.

– Vit síggja eisini, at ung oftari verða skuldsett í revsimálum, har tilfar við kynsligum ágangi er lagt út uttan teirra samtykki, sigur Frøyland.

Ikki tilvildarlig offur

Kortleggingin vísir, at tað ikki er tilvildarligt, hvør er fyri tí mest álvarsama áganginum.

Tað, sum eyðkennir børn og ung, ið eru fyri ágangi á netinum, og tað, sum eyðkennir børn og ung, sum eru fyri fysiskum ágangi, er meinlíkt.

Hetta er mangan børn og ung, sum hava havt ein truplan uppvøkstur, ella børn, sum hava verið fyri keðiligum upplivingum, so sum, at foreldrini eru farin hvør til sítt, happing ella ógvisligar ósemjur og tvístøður við vinir.

– Vit síggja eisini børn og ung, sum neyðturviliga ikki hava verið fyri slíkum truplum upplivingum, men tey eru ofta sárbærir talgildir brúkarar. Tað kann til dømis vera, at tey kjatta nógv við fólk, tey ikki kenna, ella at tey eru ógvuliga íðin at granska egnan seksualitet á netinum.

Granskararnir hava sett 8 ymisk sløg av ágangi á netinum á ein lista:

1. Deila kynsligar myndir uttan samtykki

Tað er, tá ið eitt barn ella ungfólk uppliva, at kynsligar myndir av teimum verða deildar uttan teirra samtykki. Umleið ein av tjúgu hevur upplivað, at slíkur kynsligur ágangur er framdur ímóti teimum í tíðini, tey eru ung.

– Gentur uppliva tað oftari enn dreingir, at myndir av teimum verða deildar, men dreingir deila oftari myndir av gentur víðari, sigur Frøyland.

At deila slíka kynsligar myndir fer vanliga fram í privatum netverkum; tað er nógv minni vanligt, at tað fer fram alment, sambært granskarunum.

2. Talgild nektan

Talgild nektan er, tá ið vit fáa myndir av naknum fólkum sendandi á talgildum miðlum, uttan at vit hava biðið um tað.

– Slíkar myndir kunnu vera ógvuliga grovar kynsligar myndir og vera partur av umfatandi skemd av fólki, ið eru fyri ágangi, sigur Frøyland.

Fýra av tíggju ungum í Noregi í aldrinum 13 til 18 ár hava upplivað hetta. Mangan kennir móttakarin av slíkum myndum ikki tey, sum senda myndirnar.

– Sum fyri onnur sløg av kynsligum ágangi, sum verður framdur á talgildu miðlunum, so verða gentur oftari enn dreingir raktir.

3. Kynsligar áheitanir frá vaksnum

Størsti parturin av kynsligum samskifti á talgildum miðlum fer fram millum javnaldrar, men umleið ein av tíggju er úti fyri, at onnur vaksin fólk venda sær til teirra við kynsligum áheitanum.

– Slíkar royndir eru meiri enn tvífalt so vanligar millum gentur sum dreingir, og tær eru eisini vanligari millum eldri ungfólk enn børn, sigur granskarin.

4. Grooming

Grooming er støður, har vaksin seta seg í samband við børn og ung við tí fyri eyga at fremja kynsligan ágang. Grooming merkir, at barnalokkari um alnetið lokkar barn at hitta seg við tí í hyggju at fáa kynsligt samband.

– Tað er vanligt at hugsa grooming sum eina stigvísa tilgongd, sum fer fram yvir tíð, har tann vaksni leggur kynsligan ágang til rættis.

Tað er ringt at siga fyri vist, hvussu nógv ung verða lokkað av vaksnum. Barnalokkarar eru fyri tað mesta vaksnir menn, sum gera seg út fyri at vera onkur annar.

5. Kynsligur ágangur sum byrjar talgilt

Tað er kynsligur ágangur, sum byrjar á talgildum miðlum, uttan at hann neyðturviliga er byrjaður sum at ein vaksin lokkar eitt barn.

– Ágangurin kann fara fram í veruleikanum við at tann, sum fremur ágangin, møtir tí, sum ágangurin verður framdur ímóti. Ella at tann, sum fremur áganginum, fær offurið at gera ymiskar kynsligar gerðir talgilt.

Í fimm prosentum av førunum, har børn undir lógaraldur vórðu meldað fyri neyðtøku, byrjaði ágangurin talgilt, vísa norsk hagtøl. Tey, sum fremja hetta slagið av ágangi, eru yngri enn tey, sum fremja onnur sløg av kynsligum ágangi.

6. Kynsligt trýst á talgildum miðlum

Tað er kynsligt trýst, har tilfar av kynsligum gerðum hjá fólki verður brúkt at leggja trýst á offurið fyri at fáa tey at gera ymiskt. Tað kann til dømis vera at deila fleiri myndir, fremja grovari kynsligar gerðir ella at fáa systkin ella javnaldrar at vera við í áganginum.

– Kynsligt trýst ella royndir at fremja slíkt á talgildum miðlum rakar umleið ein av tjúgu ungum. Hetta er mest vanligt millum gentur miðskeiðis í tannárunum til endan av tannárunum.

Kynsligt trýst byrjar sum oftast við, at tann, sum ágangurin verður framdur ímóti, deilir kynsligar myndir ella sjónbond av sær sjálvum, annaðhvørt sjálvboðið ella tí at onkur noyðir ella hóttir viðkomandi at gera tað. Í mongum førum er tann, sum fremur ágangin, ein, sum offurið kennir.

Tá ið slík mál koma fyri rættin, er oftast talan um, at tann, sum fremur ágangin, ikki kennir tey, hann leggur trýst á.

7. Talgilt tilfar um ágang

Her er talan um at hava talgildar myndir og sjónbond av kynsligum ágangi í varðveitslu.

– Síðstu tvey áratíggjuni er tilfar av ágangi á talgildum miðlum økt munandi.

Nógv tann størsti parturin eru myndir av gentur. Myndir av børnum yngri enn 12 ár eru oftast tiknar av familjulimum ella øðrum vaksnum. Myndir av fólki eldri enn 12 ár verða oftast tiknar av teimum sjálvum.

Í kanningum í slíkum málum siga umleið fimm prosent av teimum vaksnu, at tey hava sæð slíkt tilfar. Persónar, sum verður handtiknir fyri at hava slíkt tilfar, eru í høvuðsheitum fólk, sum verða handtikin fyri annan kynsligan ágang.

8. Bílagdur ágangur

Eitt nýtt slag av kynsligum ágangi á netinum er bílagdur ágangur. Her rindar og mangan stýrir ein persónur, sum býr í einum landi í vesturheiminum, kynsligum ágangi á ein persón, sum býr í einum øðrum landi, mangan fátækum landi.

– Tað er lítið granskað í hesum fyribrigdinum, men kortleggingar frá løgreglu og áhugafelagsskapum vísa, at ógvuliga ung børn verða misnýtt í slíkum ágangi, sigur hann.

Lítið granskað

Tað er lítið og einki granskað í Noregi í kynsligum ágangi, sum verður framdur ímóti børnum og ungum á netinum.

– Kynsligur ágangur á netinum vekir ans í miðlunum, men vit vita lítið um, hvussu hesin ágangurin fer fram, hvør er við, hvar hann fer fram og so framvegis, sigur Lars Roar Frøyland.

Hann og aðrir granskarar eru nú farnir undir at gera nakað við málið.  

Les frágreiðingina um kynsligan ágang her: https://oda.oslomet.no/oda-xmlui/handle/11250/2755418

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.